Jákup Petur Eliassen og Ken Bærentsen hava gjøgnumført fyrra partin av langa túrinum at súkkla til allar bygdir í Føroyum upp á 48 tímar.
Beint fyri midnátt súkklaðu teir við fylgi framvið bygdaskeltinum í Gásadali, og tað vóru nakrir troyttir súkklarar, sum Portalurin fekk orðið á.
- Eg eri ræðuliga móður, og eg hopi at kroppurin fær hvílt seg eina løtu og man kemur ígjøgnum, segði oddamaðurin Jákup Petur Eliassen.
Hann og systkinabarnið Ken Bærentsen hava verið við allan túrin í gjár, og lagt umleið 250 kilometrar afturum. Byrjað var í Sandvík klokkan 9 um morgunin og sum nevnt komu teir á mál um midnáttarleitið.
Í dag bíðar ein uppaftur longri teinur, heilar 350 kilometrar er ætlanin at súkkla í dag. Gist hevur verið í Sørvági í nátt, og um eina løtu fara teir við tyrlu hjá Atlantsflogi til Fugloyar, har hol verður sett á annan partin av túrinum.
Súkklað verður í allan dag og í alla nátt. Eftir ætlan verður komið á mál á Vaglinum klokkan 9 í morgin árini.
Men fyri at hetta skal lata seg gera, er brúk fyri allari hjálp. Á túrinum í dag eru fleiri sum hava súkklað við. Onkur ein styttri tein og onnur longri tein.
- Tað hevur øgiliga nógv at siga, at fólk súkkla við, og tað forpliktar eisini, at so nógv fólk hjálpa til, segði Jákup Petur Eliassen í gjárkvøldið.
Hann vónaði at fáa nakrar tímar svøvn í nátt.
Sí eisini: Myndir: Komin á mál í Gásadali
--
Súkklað verður millum annað fyri at seta fokus á Eydnudeildina, og tað arbeiðið tey gera. Til ber at stuðla við at flyta pening á kontu: 9865-3135467.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald