Hondbóltur

- Ein føroyskur gandakallur í GOG

- Við stórum yvirliti í spælinum og fantastiskum teknikki. Óli Mittún hevði stóra ávirkan í sigrinum á TTH: Umframt seks mál og fýra upplegg kravdi 20-ára gamli føroyingurin nógv uppmerksemi. Her sæst eisini eitt serstakt mál hjá Mittún.

Tað tók eina løtu veruliga at koma í gongd, men í løtum í gjár var Óli Mittún flúgvandi fyri GOG (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tað tók eina løtu veruliga at koma í gongd, men í løtum í gjár var Óli Mittún flúgvandi fyri GOG (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-09-05 07:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Óli Mittún fekk eina góða byrjan á heimavølli í Svendborg, men annar sigurin av tveimum møguligum hjá GOG í Herreligaen var ikki uttan baks.

Liðini fylgdust so at siga í beint yvir 50 minuttir, men so fór TTH Holstebro at brenna og gera teknisk mistøk, meðan GOG skoraði fýra mál á rað.

Hesa løtuna var Óli Mittún tann, sum setti ferð á GOG-spælið saman við serliga Hjalte Lykke, og nummar 78 kravdi nógv uppmerksemi frá mótsstøðuverjuni. Tá teir fóru upp ímóti føroyinginum, fann hann oftast loysnirnar. Óli fekk eisini nógv rós frá frásøgumonnum á TV2 - serliga viðmerkjaranum Bent Nyegaard:

- Hann hevur bæði óhugnaliga nógva ferð og eitt ógvuliga gott yvirlit í sínum spæli. Óli Mittún fer at krevja nógv av øllum verjum í Danmark í ár, staðfesti fyrrverandi venjarin.

- Men hatta er jú tað hann kann: Ein gandakallur. So gott yvirlit, fantastiskan teknikk og so nógva ferð og megi

Hetta seinna segði Bent Nyegaard, eftir at hann og Jonas Nyhøj vóru bergtiknir av sætta og seinasta málinum hjá 20-ára gamla føroyinginum í 36-32 sigrinum. Óli Mittún snýtti fullkomiliga sín beinleiðis mótstøðu mann. Síðani kastaði hann seg fram og, partvíst á síðuni, fekk hann onkursvengna slept bóltinum við nakað av skrúðu uppum TTH-málverjan.

Frálíka málið sæst á hæddarpunktunum her (frá 1.43)

[object Object]

Óli Mittún var næstbesti toppskjútti hjá GOG, og er hann eisini skrásettur fyri fýra upplegg, umframt at hoyvíkingurin vann trý bortskøst. Hann skapti eisni stórt órógv í mann-mann spælinum og í metingarspælinum.

Ta neiliga var, eins og í 1. umfari sunnudagin, ov nógv brend skot uppá fríar møguleikar. Óli Mittún hevði trý slík - millum annað eitt brotskast. Umframt hetta hevði hann tvær tekniskar villur. Tað var tíðliga í dystinum, tá tað eydnaðist rímiliga væl hjá TTH at verja høgt.

Jóhan næstbesti málskjútti og tvey stig til SAH

Mikukvøldið tóku Jóhan á Plógv Hansen og Skanderborg AGF Håndbold ímóti Grindsted. Búi Djurhuus Poulsen, ið var ein av HM-bronsuvinnarunum í summar, er framvegis í Grindsted, men hann var ikki í hópinum.

Jóhan á Plógv Hansen var næstbesti málskjútti við seks málum, harav tveimum brotskøstum. Havnarmaðurin á høgra vongi brendi tó heldur illa: Fýra av teimum átta skotunum í fríum spæli. SAH vann tó trygt, 33-23, og hevur tvey stig fyri tvey umfør.

[object Object]
Jóhan á Plógv Hansen - he fyri Flensburg-Handewitt. Nú er vongurin vendir aftur til danskan hondbólt (Mynd

Liðið hjá Teis Horn Rasmussen hevur framvegis ikki nakað stig. Tað var annars ógvuliga nær á útivølli móti Mors-Thy mikudagin. Í seinasta sekundi avgjørdi Mors-Thy við máli til 30-29.

Teis Horn Rasmussen var í dystarhópinum. Strikuspælarin fekk tó ikki nakran minutt - hann kom til liðið leygardagin.

Sí eisini: Váttaað: Teis Horn Rasmussen til Ribe-Esbjerg

GOG er í løtuni oddalið - sí støðuna her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder