Fótbóltur

- Fari at hava marruna av hasum næstu fimm árini

- Eg skal taka hatta brotssparkið, og tað hevði verið gott at havt á sínum cv'ið, sigur Teitur Matras Gestsson, ið kennir Christian Eriksen frá ungdómstíðini í OB.

2020-10-07 20:08 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Stutt áðrenn Christian Eriksen fór til Ajax, kom ein 15-ára gamal føroyingur til OB at royna seg. Talan var um Teit Matras Gestsson, sum áðrenn tað hevði gjørt vart við seg sum ein dugnaliga málmann á ungdómsliðunum hjá KÍ. 

Nú spæla teir fyri ávíkavist Inter Milan og HB, og tá 25 minuttir vóru leiktir á MCH Arena, stóðu javngomlu leikararnir yvirav hvørjum øðrum. Eriksen var ellivu metrar úr málinum, og skuldi fáa bóltin framvið Teiti. Hetta eydnaðist akkurat. 28-ára gamli málverjin, ið hevur eitt gott kappingarár í HB og sum er sterkur uppá brotsspørk, fór til rætta síðu, og skotið hjá úrmælinginum av Fjóni var ikki hart. Tó sníkti tað seg onkursvegna undir málverjan, sum irðaði seg tá og eftir dystin:

- Eg fari helst at hugsa um hasa støðuna næstu fimm árini, og tað verður sum at  hava marrauna - eg skal taka hatta brotssparkið. Tað hevði verið gott at havt á sínum CV'i, men ja

Hatta segði Teitur Gestsson, tá vit spurdu hann um støðuna, tá Christian Eriksen legði Danmark á odda 2-0, eftir at Sonni Ragnar Nattestad hevði felt Andreas Skov Olsen á brotsteigarmarkinum.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Tað sást á millum annað sjónvarpsmyndunum, at Eriksen segði eitthvørt við føroyska málverjan við einum smíli. 

- Eg kenni Christan frá ungdómstíðini í OB. Eg minnist ikki heilt, hvat hann segði í brotssparksstøðuni, men eg fekk so eina heilsan.

At fleiri leikarar hjá hvør sínum liðið hava verið liðfelagar sást eftir dystin, tá nógvir heilsaðust við einum smíli: Til dømis vinstrabeintu Ári Mohr Jónsson og Robert Skov (Silkeborg), ið ikki komu á vøllin í kvøld, Brandur Hendriksson Olsen og Andreas Cornelius (FCK) og Sonni Ragnar Nattestad og Pione Sisto (FC Midtjylland).

Teitur Gestsson hevði annars nakrar góðar bjargingar í kvøld - serliga tá hann fekk vippað eitt hart skot frá Andreas Skov uppum, og tá hann kom út og forðaði púra fría Cornelius at skora. Teitur er at rokna sum fyrsti málverji, nú Gunnar Nielsen ikki er tøkur.

Sí eisini: Vit geva teimum ov nógv pláss og tíð í 1.hálvleiki

Vanligt er, at vit gera videosamrøður eftir slíkar dystir, men í tráð við UEFA protokollina um "Return to Play", og av tí at so nógvir miðlar eru til landsdyst í Danmark, so var eingin "mix-zone" í kvøld, og tað vóru tað bert tey, sum hava sjónvarpsrættindi, ið høvdu møguleika at gera slíkar samrøður. Ístaðin fingu vit viðmerkingar á tíðindafundi við venjara og tveimum leikarum, ið vit fáa miðlað á hendan hátt.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder