Fótbóltur

»Føroyskur fótbóltur 2020« er útkomin

Árbókin um føroyskan fótbólt tekur saman um øðrvísi fótbóltsár, har føroyingar stóðu seg óvanliga væl í altjóða kappingum.

2020-12-19 20:59 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Nú er árbókin »Føroyskur fótbóltur 2020« komin út. Hetta er fjórðu ferð, at Sosialurin útgevur árbókina um føroyskan fótbólt, og hesaferð verður tikið samanum eitt sera spennandi ár fyri føroyskan fótbólt.

Føroyar fingu í ár altjóða umrøðu sum sjáldan, tí føroyska kappingin var eitt skifti einasta europeiska kappingin, sum var í gongd, og tí vórðu dystir í Føroyum stroymdir í okkara grannalondum. Eisini avrikaðu føroysk feløg og landslið so væl sum ongantíð í europeiskum kappingum.

Í bókini er samanumtøka av heimligu kappingunum hjá monnum og kvinnum, allar altjóða kappingar hjá feløgum og landsliðum verða umrøddar, og liðmyndir eru av øllum føroyameistarum og steypavinnarum. Í bókini eru nógvar góðar myndir og sigandi hagtøl frá FaroeSoccer. Avrikini hjá øllum feløgunum í bestu mansdeildini verða umrødd, og profilar og stjørnuskot verða kosin í øllum feløgunum.

Bókin kemur út nakað seinni enn vanligt, men tað er tí, at hetta hevur verið eitt óvanligt fótbóltsár, sum ikki endaði fyrr enn fyrst í desember mánaði. 

»Føroyskur fótbóltur 2020« er 220 blaðsíður til støddar og fæst nú kring landið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder