Fótbóltur

- Ger alla vikuna lættari um man vinnur júst hendan dystin

- Nú noyðist man ikki at vera eins bangin sum áður fyri fríspørkum úr 40 metrum, men HB vísti móti Víkingi, at teir kunnu uttan Adrian. Hetta sigur Árni Frederiksberg undan grannauppgerðini og oddadystinum í Gundadali í morgin.

Árni Frederiksberg sigur við Portalin, at viljin er lykilin í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg sigur við Portalin, at viljin er lykilin í morgin (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-31 21:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dysturin sum byrjar á Ovara Vølli í Gundadali klokkan 15.00 í morgin verður serligur. Tá bresta tey bæði liðini, sum hava fult stigatal eftir fýra umfør í Betrideildini, og sum bert hava nakrar metrar millum felagshúsini ímillum sín, saman. Talan er, sambært Árna Frederiksberg, um eina uppgerð, sum líkamikið hvat er serstøk og sera týdningarmikil:

- Dystirnir móti HB eru altíð serligir - óansæð hvar liðini liggja á stigatalvuni. Hetta er slagið um Havnina og er tað sera týdningarmikið at koma út sum sigursharri eftir dystin. Tað ger eisini alla vikuna á arbeiðsplássinum lættari, um man vinnur hendan dystin.

27-ára gamli Árni Frederiksberg skifti áðrenn kappingarárið í fjør úr barndómsfelagnum NSÍ. Hann hevur verið liðformaður seinastu dystirnar, tí Andrias Eriksen hevur verið skaddur. Sum B36-leikari hevur hann roynt at vunnið einaferð á HB og spælt tveir javnleikir. Árni sigur, at lykilin í hesum dystinum er viljin:

- Til tílíkar dystir kann man tosa nógv um taktik o.s.fr. Tað sum tað tó snýr seg mest um er at vilja tað meiri enn HB, og at arbeiða harðari enn teir.  So koppar tað nokk okkara veg. 

[object Object]
Árni er sera týðandi partur av ákopskenda spælinum hjá B36 (Mynd: Bjartur Vest)

HB er uttan sín størsta profil til umráðandi dystin. Adrian Justinussen noyddist út í uppgerðini ímóti Vìkingi hóskvøldið, tí beinið hjá honum sæt fast í vøllinum í Gundadali. Úrslitið varð eitt brot í einum beini í fótinum, og tað merkir, at toppskjúttin í Betrideildini helst ikki verður at síggja á vøllinum aftur fyrrenn á Ólavsøku. Hvat merkir hetta fyri dystin?

- Fyrst og fremst merkir tað, at man ikki skal vera lika bangin fyri frispørkum úr 40 metrum. Tó broytir hetta ikki okkara leikætlan tað stóra, har man nú hevur meira fokus á aðrar spælarar hjá HB. HB vísti móti Víkingi, at teir kunnu uttan Adrian, og tað vera teir nokk eisini grammir at vísa í morgin.

Vit dagføra frá dystinum og hava myndir frá honum. Eftir seinasta bríksl gera vit samrøður og taka samanum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder