Fótbóltur

- Haldið nú tilmælini

Jenis av Rana heitir á tey sum skipa fyri fótbóltsdystum, um at halda seg til tilmælini. Frástøðan skal haldast.

Til fótbóltsdyst við Løkin í Runavík í síðstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

Til fótbóltsdyst við Løkin í Runavík í síðstu viku (Mynd: Sverri Egholm)

2020-09-17 20:15 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Jenis á Rana, landsstýrismaður, heitti í Degi og viku í kvøld á leiðslurnar í fótbóltsfeløgum um at halda almennu tilmælini um frástøðu og reinføri tá dystir eru.

- Eg fari at heita á tey, sum varða av fótbóltsvallum. Tey mugu halda tey tilmæli, sum verða givin. Og eg sigi tað sama við tey sum skipa fyri konsertum. Haldið tey tilmælini sum verða givin. Tað er altavgerandi fyri at Føroyar skal koma væl burturúr hesum her, segði landsstýrismaðurin í mentamálum.

Tað hevur verið funnist at, at so nógvir áskoðarar sleppa til fótbóltsdystir, men at til konsertir í eitt nú Norðurlandahúsinum sleppa einans 100 áskoðarar.

- Um tað er so, at fólk troðkast saman til fótbóltsdystir ókontrollera, so er okkurt skeivt. Men tað, at tað verður gjørt skeivt gevur ikki ein rættleika at gera mentanartiltøk uppá sama máta, segði Jenis av Rana.

- Eftir øllum at døma koronavirus komið fyri at vera, og vit noyðast at læra okkum at liva við tí. Vælsignaði føroyingur, royn og hald tilmælini, segði Jenis av Rana.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder