Fótbóltur

- HB hevur verið so mikið spennandi í hesum umfarinum

Mikkjal Thomassen skuldi velja ímillum at byrja aftur í Føroyum ella hyggja útum landoddarnar aftur. - Her er stórt potentiali, sum partvíst er óforloyst.

Helga Ellingsgaard tók í summar við sum forkvinna í HB. Nú hava hon og starvsnevndin sett fastan høvuðsvenjara til besta mansliðið - ein venjara sum Helga sjálv hevði í felagnum í 1995, tá hann bert var 18-ára gamal. Samskifti teirra millum seinastu tíðina hevur verið gott og ein lykil, vísa tey á (Mynd: hb.fo/Rói Sørensen)

Helga Ellingsgaard tók í summar við sum forkvinna í HB. Nú hava hon og starvsnevndin sett fastan høvuðsvenjara til besta mansliðið - ein venjara sum Helga sjálv hevði í felagnum í 1995, tá hann bert var 18-ára gamal. Samskifti teirra millum seinastu tíðina hevur verið gott og ein lykil, vísa tey á (Mynd: hb.fo/Rói Sørensen)

2026-09-24 09:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg havi verið uttan starv í eitt tíðarskeið og havi skula tikið eitt val: Skal eg byrja aftur í Føroyum, ella skal eg vera uttanfyri landoddarnar. HB hevur verið so spennandi í hesum umfarinum - eg havi havt nógvar góðar samrøður við nevndina í HB - og tá eg havi gjørt alt upp, so havi eg følt, at hetta projektið er heilt ótrúliga meiningsfult: Tað er ambitiøst, tað hevur stórt potentiale, sum partvíst er óforloyst. So tað er nógv í mær, sum tendraði uppá tað, sum HB ætlar sær í gongd við nú.

Soleiðis greiddi Mikkjal Thomassen frá, tá 50-ára gamli venjarin mánakvøldið loksins varð kunngjørdur sum nýggjur HB-høvuðsvenjari.

Hetta varð gjørt við longri samrøðu á almennu síðuni hjá HB. Har greiddi serliga Mikkjal Thomassen frá, hví hann er endaður aftur í HB eftir 29 ár aðrastaðni - og aftur í føroyskum fótbólti eftir nærum fýra ár burtur - og hvussu hann sær HB vera. 

Til ber at síggja alla samrøðuna við Mikkjal Thomassen, við frágreiðing hjá Helgu Ellingsgaard, forkvinnu, frammanundan her:

Les eisini: Mikkjal tekur yvir í HB 1. november

Mikkjal Thomassen varð sagdur úr starvi í svenska stórfelagnum AIK Stockhólm fyrst í hesum árinum. Síðani hevur hann verið settur í sambandi við fleiri størv - umframt í Norðanlondum, hevur tað millum annað verið hjá stórum feløgum í Norðurafrika og Miðeystri. 

Royndi venjarin leggur dent á, at HB sum heild og sum felag - ikki bert besta mansliðið - skal koyra væl. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder