Eftir nógv ár í Brabrand skifti Jesper Brinck seinasta vetur til føroyskan fótbólt. Tann nú 30-ára gamli sterki verjuleikarin gjørdist ein lyklaleikari á KÍ-liðnum, ið eitt framúr kappingarár í Betrideildini og í Evropa. Hann spældi sambært FaroeSoccer 34 dystur í øllum kappingum og fór aftur til Danmarkar við einum gullheiðursmerki í viðførinum.
Har hevur hann síðani saman við umboðsmanni sínum arbeitt við at fáa sína fótbóltsframtíð uppá pláss. Í gjárkvøldið segði hann við Portalin, at hann ynksti at halda fram i KÍ og ynksti at fáa greiðu á støðu sínari, áðrenn viksukifti var av, men kundi ikki siga meira. Nú er greitt, at hann hevur fingið sítt ynski uppfylt:
- Eg ynskti mær ein nýggjan sáttmála í jólagávu, og havi allatíðina sagt at eg ynski at halda fram í KÍ. Tað snúði seg um at finna eina avtalu, ið gekk upp fyri báðar partar.
Fyri Brinck, ið var tilnevndur til Ársins verjuleikara og endaði á 2. plássi aftanfyri liðfelagan Jóannes Kalsø Danielsen, var møguleikin at spæla Champions League og at royna at verja meistaraheiti sera lokkandi:
- Ynski um at halda fram snýr seg um, at eg hevði tað fantastiskt í KÍ seinasta ár; bæði á og uttanfyri vøllin. Ítrottarligu avbjóðingarnar eru lokkandi. Har er Champions League, steypakappingin og so møguleikin at verja meistaraheiti. Hesi tingini samanlagt gjørdu tað til ein pakka, ið eg ikki kundi siga nei til.
Brink var ein umráðandi partur av FM-liðnum hjá KÍ í ár
Miðverjan hjá KÍ sær í løtuni út til at vera sera væl mannað. Serbin Deni Pavlovic hevur sáttmála fyri komandi ár eisini, Odmar Færø kemur til føroyameistararnar úr Noreg, og Ólavur Niclasen og Ísak Simonsen, sum í høvuðsheitinum røktu plássið sum vinstri bakkur í farna kappingarár, kunnu eisini spæla í miðverjuni.
Á miðvøllinum eru Semir Hadzibulic og Simen Sandmæl burtur, og tað ljóðar, at KÍ hevur ein avloysara og ein makkara til liðformannin Jákup Biskopstø Andreasen til reiðar skjótt. Til álopskendu plássini hava føroyameistararnir heintað Abubakar Ibrahim Aliyu og Ole Erik Midtskogen ið eins og Odmar Færø koma úr HamKam.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald