Annað

– Ikki útilokað at vetrar-OL verður útsett

Kanada boðaði í 2020 frá, at tey ikki fóru at senda fólk til OL í Tokyo, um tað varð fyriskipað sama árið, og tað kann henda, at tey fara at koma við líknandi hóttan, um tey ikki halda tað vera ráðiligt at senda fólk til vetrar-OL í Beijing í februar, sigur formaðurin í olympisku nevndini í Kanada.

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2022-01-02 15:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

4. februar fer vetrar-OL í Beijing eftir ætlan av bakkastokki, men korona ger enn um seg í meginpartinum av heiminum, og hóast mann higartil ikki hevur tosað um møguleikan fyri at útseta leikirnar, er tað ikki útilokað, heldur David Shoemaker, formaður í olympisku nevndini í Kanada.

– Enn hava vit ikki tosað við IOC (Altjóða Olympisku Nevndina, red.) um at útseta leikirnar, men vit samskifta ofta við aðrar limatjóðir, og fer evnið mest sannlíkt at verða umrøtt, sigur hann sambært Ritzau.

Í mars 2020 boðaði olympiska nevndin í Kanada frá, at hon ikki fór at senda fólk til OL, um tað varð fyriskipað sum ætlað á sumri sama árið. Tað endaði so við, at OL í Tokyo varð flutt til 2021, og tá var Kanada eisini við.

Tað kann henda, at kanadiska nevndin fer at koma við líknandi hóttan, um mann følir, at heilsan og trygdin hjá luttakarunum verður sett í vanda. Men higartil sigur Shoemaker, at hann væntar, at tað ber til at halda OL nú í vetur sum ætlað. Men støðan kann tó skjótt broytast, leggur hann afturat.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder