- Kanska tað størsta ein kann uppnáa á landsliðnum

Sølvi Vatnhamar hevði liðskiparabandið um armin seinastu tíggju minuttirnar, og tað var stórt, sigur 34-ára gamli leirvíkingurin, ið spældi sín landsdyst nummar 40 í kvøld - ein tungan av slagnum.

Teir spældu skjótt og væl - serliga í fyrra hálvleiki - og tá er tað torført at fylgja við. Hetta segði maðurin, ið fyri fyrstu ferð hevði liðskiparabandið um armin á landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

Teir spældu skjótt og væl - serliga í fyrra hálvleiki - og tá er tað torført at fylgja við. Hetta segði maðurin, ið fyri fyrstu ferð hevði liðskiparabandið um armin á landsliðnum (Mynd: Sverri Egholm)

2020-10-07 21:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann kom av álvara inn á A-landsliðið sum 28-ára gamal, og síðani undankappingina til EM 2016 hevur Sølvi Vatnhamar verið fastur fúsur á A-landsliðnum. Leirvíkingurin gjørdist skjótt ein lyklaleikari. Fyri tað mesta hevur 10'arin spælt á høgra kanti, og hann legði upp til bæði málini í 2-1 sigrinum á Grikkalandi á Tórsvølli í 2015, tá hann legði flatar bóltar inn í brotsteigin - cutback til Hall Hansson sum skoraði til 1-0, og í 2. hávleiki fann Sølvi Brand Hendriksson.

Júst hesir tríggjar eru lyklaleikarar á miðvøllinum, og undir Håkani Ericson hevur Sølvi Vatnhamar spælt á sentrala miðvøllinum. Í kvøld spældu Sølvi og Hallur har í 4-4-2 skipanini fram til 83. minutt, tá Hallur varð útskiftur. Dan í Soylu kom inn á høgra kant, og bróðurin Gunnar kom inn undir liðuna Sølva.

Útskiftingin merkti eisini, at 34-ára gamli Vìkinga-leikarin fekk gula liskiparabandið um vinstra arm. Tá Hallur Hansson varð kunngjørdur sum liðformaður fyrst í seinasta mánaði varð ikki gjørt greitt, hvør er varaliðformaður. Gunnar Nielsen er helst eitt val, um Hallur ikki er tøkur, men málverjin var ikki við í kvøld, og landsliðsvenjarin gjørdi frá síðulinjuni greitt, at Horsens-leikarin skuldi geva síðumanninum bandið.

- Tað er sjálvandi stórt, og tað er kanska tað størsta, ein kann uppnáa á landsliðnum, so eg eri errin í kvøld.

[object Object]
Mynd: Sverri Egholm

Hetta segði Sølvi Vatnhamar, tá vit eftir dystin spurdi hann, hvat hetta merkti fyri hann. Um sjálvan dystin segði royndi víkingurin hetta:

- Teir spældu skjótt og væl - serliga í fyrra hálvleiki - og tá er tað torført at fylgja við. Tað skrædnar eina løtu, og tað er tungt fyri okkum, men tíbetri koma vit betri frá tí í 2. hálvleiki.

Sølvi Vatnhamar spældi í kvøld sín landsdyst numar 40. Tað eru fimm ár og 51 vikur síðani 34-ára gamli miðvalllarin spældi sín fyrsta undankappingardyst.

Vanligt er, at vit gera videosamrøður eftir slíkar dystir, men í tráð við UEFA protokollina um "Return to Play", og av tí at so nógvir miðlar eru til landsdyst í Danmark, so var eingin "mix-zone" í kvøld, og tað vóru tað bert tey, sum hava sjónvarpsrættindi, ið høvdu møguleika at gera slíkar samrøður. Ístaðin fingu vit viðmerkingar á tíðindafundi við venjara og tveimum leikarum, ið vit fáa miðlað á hendan hátt.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder