Fótbóltur

- Kenna okkum klárar og spentar

Lagið er gott í hópinum hjá kvinnulandsliðnum undan seinasta útidystinum í hesari undankappingini.

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

(Mynd: Bjarni Enghamar / FSF)

2022-04-08 11:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í dag fer A-landsliðið við kvinnum á vøllin til seinasta útidystin í hesari HM undankappingini, tá Ungarn tekur ímóti á Szusza Ferenc Stadion í Budapest.

Tá liðini hittust á Tórsvølli í oktober, fingu Føroyar eina dreymabyrjan, tá Lea Lisberg skoraði til 1-0 eftir hornaspark úr vinstru. Ungarsku gestirnir fótaðu sær tó í nógva regninum hetta kvøldið, og dysturin endaði 7-1 til tær vitjandu.

Fyrireikingarnar eru nú gjørdar til dystin í Budapest, og liðskiparin Ásla Johannesen gleðir seg mest av øllum at sleppa aftur á vøllin fyri Føroyar.

– Vit hava tað gott í hópinum og allar eru spentar at sleppa í eldin. Vit hava fyrireikað okkum væl og kenna okkum nú klárar til avbjóðingina, sigur hon við heimasíðuna hjá Fótbóltssambandi Føroya.

Ásannandi, at ungarska mótstøðuliðið hevur dygd á øllum plássum, leggur Ásla dent á, at føroyska avrikið hevur hægstu raðfesting.

– Vit brúka alla okkara orku uppá at arbeiða við tí, sum vit royna at byggja upp. Vit hava flutt okkum rætta vegin seinastu tíðina, og vit arbeiða hart fyri at kunna møta okkara mótstøðuliði longri uppi á vøllinum, bæði fyri at gera teirra álopsspæl trupult, men eisini fyri at kunna leypa á hin vegin, sigur Ásla Johannesen.

Dysturin millum Ungarn og Føroyar byrjar kl. 16.30 føroyska tíð, og Kringvarp Føroya vísir dystin.

Hópurin, sum er í Ungarn:
Ásla Johannesen, AGF (Danmark)
Olga Kristina Hansen, B36
Valborg Østerø, B36
Anna Sunadóttir Hansen, EBS/Skála
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Kára Djurhuus, EBS/Skála
Sarita Maria Mittfoss, HB
Birita Ryan, KÍ
Maria Biskopstø, KÍ
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Hervør Hansdóttir Olsen, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Rakul Maria Johannesen, Oppsal IF (Norra)
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur
Julia Naomi Mortensen, AaB (Danmark)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder