Hondbóltur

- Norska verjuspælið verður ein stór avbjóðing

Tað staðfestur Julian Johansen, men arbeitt hevur verið við loysnum - millum annað í 7 móti 6. At dagurin gerst so langur, og at spæla móti Sander Sagosen hevur eisini verið viðgjørt.

Julian Johansen og Peder Bredsdorff-Larsen hava roynt at lagt røttu ætlaninar til heilt trupulu uppgávuna (Mynd: Sverri Egholm)

Julian Johansen og Peder Bredsdorff-Larsen hava roynt at lagt røttu ætlaninar til heilt trupulu uppgávuna (Mynd: Sverri Egholm)

2024-01-13 14:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hópurin er ógvuliga væl fyri. Vit hava oingin smáskaðar – allir eru tøkir og til reiðar at spæla við. Fara helst at merkja fysiska trýstið meira eftir hendan dystin.

Soleiðis byrjaði Julian Johansen samrðuna, sum hjálparvenjarin hevði við Portalin og jn.fo fyri løtu síðani. Tað at dysturin móti Noreg byrjar so seint í kvøld, merkir væl dagin í landsliðsleguni.

- Tað er ein trupul dagur, tí dysturin er ikki fyrrenn klokkan 20.30 lokala tíð. Venjarar, leiðarar og spælarar avráddu saman í gjár, hvussu vit best skulu brúka hann. Vit valdu at gera tað so, at spælararnir sluppa at sova leingi. Ein gongutúrur í Berlin um middagsleitið var ásettur, so spælararnir síggja ymiskt. Tað er ikki so kalt her, sum tað hevur verið undanfarnu dagarnar, so tað ber til. Síðani snýr tað seg serliga um at fínpussa: Hava stuttar ein-til ein samtalur til dømis.

Julian viðurkennir, at norska verjuspælið ikki liggur væl til føroysku styrkirnar í álopsspælinum. Neyðugt er at nýta 7 ímóti 6 – tó á heldur øðrvísi hátt.

- Liðið hóskar ikki so væl til okkum. Teir loyva so at siga slett ikki duelspæli mitt fyri, ið vit annar nýta nógv. Um ein kemur inn við ferð og bjóðar av, so er tann næsti hjá teimum altíð klárar: “Ein og ein hálvur spælari” koma at vera á Eliasi og Óla allatíðin. Vit fara helst at spæla nógv 7 ímóti 6. Av tí at Noreg hevur fyrireikað seg væl uppá teg, koma vit at broyta nøkur av teimum tingunum, sum vit annars gera. Vit ætla at flyta bóltin skjótt, helst ikki spæla eins nógv duelspæl og finna pláss á uttaru síðu. Eisini vænta vit, at nógv vongskot vera.

Í føroysku leguni vóru teir ógvuliga nøgdir við kontra-retur partin móti Slovenia. Føroyar skoraðu uppá fleiri snarálop/í aðru bylgju, og lótu bert eitt ella tvey mál inn í aðru bylgju. Hetta er ógvuliga týdningarmikið í dag aftur, staðfestir Julian – serliga tí norðmenn eru so sterkir í tí partinum. Kunnu vera við í dystinum við at fáa tað at eydnast, sigur havnarmaðurin. Í verjupartinum er serliga ein, ið Føroyar skulu hugsavna um.

- Sjálvt um vit dekka upp til okkara besta í dag, so fer Sander Sagosen at gera okkum ónáðir. Vit fara at taka meira á hædd á Sagosen enn hinar og hava “ein og eina hálvan mann á honum”: Nummar 5 skal ikki sleppa framvið mitt fyri og so skjóta – tá hann setur ein spælara av, skulu vit royna at trýsta Sagosen at gera a Fara eisini at verja í 5-1 í løtum.

Til seinast segði Julian Johansen, at í mun til áskoðararnir, so njóta teir bara tað, at tað eru so nógv, sum eru í Berlin. Tað eru teir takksamir fyri. Av tí at tað er so óvanligt, mugu onkur sinnislig amboð helst nýtast undir dystinum, men vit fara aftur at síggja teir jubla nógv saman við áskoðarunum.

Tað varð gjørt greitt, at ein bakspælari aftruat fór at koma inn í hópin, og at man millum annað hugdi eftir, hvør kann loysa ymiskt í yvirtali. Nú er greitt, at Pauli Mittún og Rói Ellefsen á Skipagøtu koma inn í hópin, og at Jónas Gunnarson Djurhuus og Ísak Vedelsbøl fara at sita heilt uttanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder