Fótbóltur

- Nú er málið at royna at fáa so nógvar dystir og minuttir sum gjørligt í Betrideildini

20 ára gamli Aron Knudsen skoraði í gjár sítt fyrsta mál í Betrideildini og tað fyrsta yvirhøvur í kappingarárinum. Miðvallarin hevur verið nógv darvaður av knæskaða seinastu árini, men er nú til reiðar at geva sítt til besta liðið hjá NSÍ.

Hann hevur spælt nógv í venjingardystinum og byrjaði kappingarárið sera væl við einum málið - Aron Knudsen kundi fegnast í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

Hann hevur spælt nógv í venjingardystinum og byrjaði kappingarárið sera væl við einum málið - Aron Knudsen kundi fegnast í gjár (Mynd: Sverri Egholm)

2020-05-10 14:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit hava innkast langt frammi í vinstru síðu, Jann kastar stutt til Rógva, sum leggur av aftur til Jann, Jann leggur síðani innfyri, og málmaðurin boksar bóltin út. Mórits Heini vinnur síðani nærdystin, og skallar bóltin yvir til mín, og síðani kann eg flukta hann spakuliga yvir í høgrusíðu á málinum.

Soleiðis lýsir Aron Knudsen sítt fyrsta mál í Betrideildini fyri Portalinum. Hetta var samstundis fyrsta málið í Betrideildini 2020. Tað kom eftir átta minuttir í dystinum hjá NSÍ við Løkin móti TB - ein dyst ið Aron lýsir á hendan hátt:

- Fyrra hálvleik hava vit fult tamarhald á. Vit skora tvey mál og kundu gott fingið okkurt afturat, meðan TB ikki hevur ein málmøguleika í fyrra hálvleiki. Seinni hálvleikur bleiv eitt sindur meira rótutur, og tað sást kanska, at tað var fyrsti dystur á árinum. TB hevði nakrar deyðbóltar, har tað bleiv eitt sindur vandamikið. Tó vóru vit eisini leikliga omaná í seinna hálvleiki og vunnu uppiborið 3-1.

Málið hjá Aroni sæst her (TV2 Norge)
Myndir frá dystinum

Higartil hevur Aron spælt tríggjar dystir fyri besta liðið hjá NSÍ - allar ímóti TB. Í apríl 2016 spældi tá bert 16-ára gamli leikarin tvær ferðir innan fýra dagar frá byrjan á vinstra vongbakki í Trongisvági. Fyrst í kappingini um Løgmanssteypið, har Klæmint Andrasson Olsen noyddist í málið at bjarga brotssparki og harvið senda NSÍ víðari. Í næsta dystinum hjá Aroni endaði tað eisini 2-1. Hesaferð til TB. *

[object Object]
Fagnaður eftir 1-0 málið við Løkin í gjár (Mynd: Sverri Egholm) 

Hví hevur ungi maðurin so ikki fingið fleiri møguleikar á besta liðnum í Runavík. Orsøkin er fyrst og fremst trupulleikar við knænum, ið serliga órógvaði fótbóltsleiðina hjá Aroni í 2018 og í fyrru hálvu í fjør. Nú er hann aftur á 100 prosent og mannaði í gjár eina trý-mans miðju hjá NSÍ við Mórits Heina Mortensen, ið eisini er føddur í 1999, og Betuel Hansen, sum er tvey ár eldri:   

- Seinastu trý árini havi eg verið nógv skaddur í knænum, og havi tí ikki spælt serliga nógvar dystir tað tíðarskeiðið. Men eftir eina góða og langa pre-season og langa tíð síðani ein teljandi dyst, følist tað sera gott at sleppa at byrja inni í fyrsta dysti av árinum og fáa trý stig. Nú er málið hjá mær at royna at fáa so nógvar dystir og minuttir sum gjørligt í Betrideildini, og bara geva alt sum eg kann fyri hópin og felagið.

Hvat er so málið hjá NSÍ fyri 2020? 

Málið hjá liðnum er heilt sikkurt at liggja uppi í toppinum tey seinastu umførini og at vera við har, sum tað er stuttligt at vera. Og sjálvandi sum ítróttarfólk, so ætla vit at vinna alt, sum vinnast kann.

NSÍ spælir í 2. umfari við Margáir móti EB/Streymi

*Kelda: FaroeSoccer

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder