
- Eg haldi, at sum heild gekk tað ógvuliga væl. Har var ógvuliga gott huglag til dystin, fólk vóru glað og gott at síggja, at fólk eisini tóku áheitanina um at møta tíðliga til sín. Longu áðrenn dyrnar lótu upp var bíðirøð uttanfyri. Tað hjálpti sjálvandi væl, at veðrið var so gott; tað gjørdi tað lættari hjá fólki at standa og bíða eina løtu at sleppa inn.
Soleiðis greiðir Andrass Thomsen frá, tá Portalurin fregnast um, hvussu Føroyar - Niðurlond í gjárkvøldið eydnaðist, í mun til fyriskipan. Stjórin í Hondbóltssambandinum viðurkennir tó, at ymiskt ting kundu verið betri:
- Ein avbjóðing er við bilum. Um tað hevði verið regn og vindur, so hevði tað ikki verið so smidligt sum í gjár. So vit fara møguliga at minkað talið av standiplássi eitt evarska lítið sindur. Tað var sum heild eittt fínt "flow" har á svalanum og við sølubúðirnar. Tó var heldur long bíðrøð til sølubásarnar, og tað fara vit hyggja eftir saman við teimum, sum standa fyri høllini. 3.050 fólk er nógv, og vit fara so ikki at selja fleiri atgongumerki til standiplássini.
Sí eisini: Myndir: Long røð av reyðum baklyktum
Myndir: Jens Kr. Vang
Hvussu síggja tit annars tí "avbjóðingina", at tað eru so nógv, sum vilja til dyst men ikki sleppa? Og at tað harvið eisini er ein søla á "svarta marknaðinum" fyri yvirprís, har summi atgongumerki fara fyri nógvar hundrað krónur ov nógv?
- Fyrst og fremst eru vit í HSF ógvuliga fegin um stóra áhugan. Tað er tó øðiliga keðiligt, at fólk vilja vinna uppá tað við at selja fyri yvirprís og líkasum gagnnýta áhugan. Vit vilja gjarna, at fólk koma til dystirnar men ikki um tey mugu gjalda nógv meira fyri atgongumerkini, enn man eigur.
Andrass Thomsen
- Men sum heild er tað bara positivt, at tað er so stórur stuðul, og at fólk eru so spent í hondbóltslandsliðunum nú. Vit høvdu sjálvandi gjarna vilja, at tað hevði verið møguligt, at uppaftur fleiri kundu komið, men hinvegin er tað helst ikki realistiskt, at Føroyar skulu hava eina nógv størri høll enn hetta. Sjálvt um tað verður útselt til einstakar konsertir og nakrir landsdystir um árið.
Ein av hesum dystunum sær út til at vera tann fyrsti nakrantíð hjá kvinnulandsliðnum við Tjarnir. Andrass Thomsen fegnast um, at tað eisini sær út til at far at verða útselt til fyrra HM play-off dystin móti Litava 9. apríl. Har eru bert standipláss eftir nú.
Stjórin seinasta stóra árið sigur, at tað var serliga stórt fyri summir av hansara starvsfeløgunum, ið hava verið við so leingi, at hýsa slíkum dysti í einari slíkari høll í Føroyum:
- Hatta var kanska serliga stórt fyri onkrar av starvsfeløgunum hjá mær, sum hava verið í hesum í so nógv ár og millum annað hava verið í Danmark og fyriskipað heimadystir. Eg merkti væl á teimum, at tað var ordiliga stórt at fáa bjóðað inn til eina so flotta høll og karmar í Føroyum.
Stemningurin var kanska serliga góður fimm-tíggju minuttirnar, staðfestir Andrass Thomsen. - Tá nærum lyftist takið á høllini. Tað er sjálvandi tað, sum man skal byggja víðari uppá og royna at fáa upp á líknandi stig. Vit spurdu til seinast, um ikki HSF hevur eina ætlan, so at tað kann verða meira skipað við fjepparum, so at tað verður "skipaður larmur og stuðul" í 60 minuttir.
- Vit arbeiða við ymiskum hugskot á tí økinum, men vit hava onki ítøkiligt í løtuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald