Teitur Matras Gestsson tykist at hava vunnið plássið sum fyrsti málverji á føroyska A-landsliðnum, og ein av hansara heilt eyðmerktu eginleikum er góða og sterka høgra beinið.
Teitur bjargaði væl við høgra fóti beint fyri steðgin, fekk síðani einki gjørt við 0-2 málið beint eftir steðgin, men brúkti annars fótin nógv til lang útspørk. Serliga var hetta fyrstu stóru tjúgu minuttirnar, og tað var serliga upp á Gunnar Vatnhamar. Sìðani komu renningar djúpt frá serliga René Shaki Joensen og Ára Mohr Jónsson, sum í dag byrjaðu á kantunum, og annars var.
Hendan ætlanin er heldur primitiv, heldur Teitur sjálvur, men hon riggaði heilt væl, so hví ikki halda fram við henni. Eysturríkar høvdu trupult at handfara hetta, men trupulleikn var, at føroyingarnir ikki gagnnýttu hesar møguleikarnir
- Um vit skora uppá okkara kjansir í dag og verið meira kaldur frammanfyri málinum, so hevði tað verið ræðuliga stuttligt at verið á Tórsvølli í dag, sigur 29-ára gamli málverjin við einum smíli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald