Sunnudagin vann Víkingur 5-2 á Skála. Tað var tó eftir meira stríð, enn endaliga úrslitið kundi bent á. Finnur Justinussen javnaði til 1-1 í yvirtíðini í fyrra hálvleiki, eftir at Skála hevði havt leiðsluna í 35 minuttir:
- Sigurin ímóti Skála kom væl við. Vit fingu orduliga hol á málskjótingina, og spælið koyrdi til tíðir heilt væl. Persónligt var tað fínt at fáa hol á: Tað gevur nakað av sjálvsálitið, sum man kann taka við til næsta dyst.
Næsti dystur er ímóti NSÍ. Á pappírinum er tað ein truplari uppgáva enn í fyrstu umførunum.
- Nú møta vit einum liðið, sum verður mett at liggja í toppinum, og tað burdi givið okkum eina ábending um, hvar vit flóta.
Víkingur misti tó longu í 1. umfarinum á Argjum, men hóast tað úrslitið og hóast ivasamar løtur móti Skála metir 31-ára gamli áleyparin, ið nú hevur 99 mál í Betrideildini, ikki at talan er um ein trupulleika:
- Summar støður hjá okkum hava verið eitt sindur óhepnar, men eg vil ikki kalla tað ein trupuleika. Tað er ofta soleiðis í teimum fyrstu umførinum, og í takt við kappingina verða slík misstøk ofta lúkaði burtur.
Til seinast greiðir Finnur Justinussen frá, hvussu hann væntar dysturin í annaðkvøld verður, og hvussu umráðandi tað er, at Víkingur hevur ein sterkan heimavøll:
- Hetta verður allarhelst ein dystur, har menn koma at stríðast og kempa um hvønn einasta bólt. Dystirnir plaga at hava eina høga leikferð og nógv mál, og tað verður neyvan eitt undantak fríggjakvøldið. Vit fara inn fyri at vinna dystin. Vit skulu verja borg og vísa, at tað er ein marra at møta okkum í Sarpugerði í Norðragøtu.
Fótbóltur
- Skulu vísa at tað er ein marra at vera mótstøðulið í Sarpugerði
Finnur Justinussen sigur, at Víkingur fer at lúka mistøkini burtur, og at liðið nú er komið væl í gongd við álopskenda spælið. Áleyparin roknar við einari høgari leikferð og nógvum málum í morgin.
Finnur Justinussen í 1. umfarinum á Argjum (Mynd: Jens Kr. Vang)
2020-05-21 13:45
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald