Fótbóltur

- Trúgva uppá at vit hava funnið loysnina

- Vit mugu sjálvandi ikki lata fýra mál inn hesuferð, og vit krevja av okkum sjálvum at fáa trý stig. Hetta sigur Árni Frederiksberg um sera umráðandi dystin móti NSÍ í morgin.

Árni Frederiksberg sigur, at liðið ikki hevur verið nóg støðugt til seinastu stórdystirnar. Nú snýr tað seg um at fylgja við HB (Mynd: Sverri Egholm)

Árni Frederiksberg sigur, at liðið ikki hevur verið nóg støðugt til seinastu stórdystirnar. Nú snýr tað seg um at fylgja við HB (Mynd: Sverri Egholm)

2020-06-15 19:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

8. umfar í Betrideildini er á skránni í annaðkvøld og mikukvøldið. Talan er um eitt umfar, ið kann fáa stóran týdning fyri oddastríðið og fyri stríðið í botninum.

Tað byrjar í morgin, har AB (nummar sjey) tekur ímóti EB/Streymi (nummar níggju). Ein tíma eftir fyrsta bríksl á Argjum byrjar dysturin í Gundadali, har nummar tvey á stigatalvuni vitjar hjá nummar fýra. Bert eitt lið skilur NSÍ og B36 undan dystinum.

Hjá B36 hava úrslitini í seinastu topp-fimm dystunum ikki verið góð. Tvey 4-2 tap innan fimm dagar - ov óstøðugt er niðurstøðan hjá Árna Frederiksberg, ið vísur á, at tað skal vera truplari at skora móti B36:

- Tað hevur verið eitt sindur av utskifting i hópinum vegna skaðar og leikbann, og hetta hevur sett sín dám á seinastu tvær topp-uppgerðinar hjá okkum, har liðið ikki hevur verið heilt støðugt. Vit hava arbeitt hart við tí, og í mun til tey átta málini ið fóru inn móti HB og Vìkingi, má tað sjálvandi ikki henda, um vit ætla okkum nakað burturúr í morgin. Vit trúgva uppá, at vit hava funnið loysnina og síggja fram til dystin móti NSÍ.

[object Object]
Árni Frederiksberg var liðformaður teir dystirnar, ið Andrias Eriksen sat uttanfyri við skaða (Mynd: Bjartur Vest)

Kanturin, ið júst er vorðin 28 ár, dylir ikki týdningin av uppgerðini móti sínum barndómsfelagið: 

- Dysturin er sjálvandi sera umráðandi, tí í løtuni hevur hvørgin ráð at seta stig til, um man ynskir at fylgja við HB. So dysturin er sera umráðandi, um vit skulu klára at vera við í stríðnum um meistaraheitið heilt til endan.

Til seinast vísur Árni Frederiksberg á úrslit í innanhýsis dystum og kravið um ein sigur: 

-
 Í fjør vann NSÍ ein, B36 ein og ein endaði javnur. So tað vísur bara, at hetta eru javnir dystir, ið kunnu koppa báðar vegir. At vit spæla i Gundadali ger tað, at vit krevja av okkum sjálvum at fáa 3 stig, og eigur tað at vera ein fyrimunur at spæla á heimavølli. B36 hevur oftað staðið seg væl moti NSÍ í Gundadali, og tað gera vit vónandi eisini i morgin. 

Vit verða til staðar í Gundadli við myndatólinum, vit dagføra frá dystunum og eftir seinasta bríksl gera vit samrøður og taka samaunum dystin. 


8. umfar í Betrideildini
Týskvøldið 16.06: 
(18.00): AB - EB/Streymur
(19.00): B36 - NSÍ

Mikukvøldið 17.06: 
18.00: Skála - TB
19.00: HB - KÍ 
           Víkingur - ÍF

Støðan: 
1. HB (21 stig) 
2. NSÍ (16 stig)
 
3. KÍ (16 stig)
4. B36 (15 stig)
5. Víkingur (11 stig) 
6. ÍF (10 stig) 
7. EB/Streymur (6 stig) 
8. TB (2 stig) 
9. AB (2 stig)
10. Skála (1 stig) 
 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder