Fótbóltur

- Uttan iva okkara besti dystur í kappingini

Føroyska U17 landsliðið hjá gentum megnaði at arga sterkasta liðið í menningarkappingini.

Mynd: FSF

Mynd: FSF

2019-05-13 15:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

- Sjálvt um vit taptu 4-2, so var hetta uttan iva okkara besti dystur í kappingini. Genturnar stríddust sera væl, vóru skilagóðar í flestu avgerðunum, og vit sóu til tíðir sera gott spæl. Aðrir góðir møguleikar vóru eisini, og vit komu til nógvar góðar støður, sigur Øssur Hansen, venjari, við heimasíðuna hjá FSF.

Leygardagin spældi føroyska U17-landsliðið við gentum seinasta dystin í UEFA menningarkappingini, sum hesa vikuna hevur verið í Minsk í Hvítarusslandi. Úrslitið gjørdist 4-2 til Hvítarussland, eftir at Føroyar vóru á odda 1-0 í steðginum, við máli sum Ester Ellingsgaard skoraði í 34. minutti.

Føroyska leiðslan helt sær til átta minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, og í 54. minutti kom Hvítarussland á odda 2-1. Men bara lítla løtu aftaná javnaði Birita Rasmussen til 2-2. Sum fráleið byrjaði føroyska orkan at ganga undan, og Hvítarussland fekk tvey mál afturat. Men tað var ikki fyrr enn í yvirtíðini, at tær hvítarussisku genturnar avgjørdu dystin.

- Vit góva sterkasta liðnum í bólkinum ein skarpan gang, og hóast tap, so er nógv, sum vit kunnu taka við okkum úr hesum dysti. Avrikið hjá okkara gentur var góðtikið. Nú skal ein venjingarætlan leggjast fyri næstu fýra-fimm mánaðarna, so vit eru so væl fyrireikaði sum tilber til EM-undankappingina, sum verður í Føroyum í oktober, sigur Øssur Hansen.

FØROYAR 1. Hanna Hansen (M), 3. Jórunn Justinussen (L), 4. Bergljót Hansen, 5. Nancy Einarsson, 7. Celia Toxborg, 8. Karin Áslaksdóttir, 11. Malena Olsen, 13. Rakul í Soylu, 14. Fridrikka Clementsen og 17. Sára á Líðarenda.

Í seinna hálvleiki komu Eyðbjørg Reynslág, Birita Rasmussen, Jenny Petersen, Judith Rasmussen og Kristina Nattestad á vøllin.

Føroyar vera vertir fyri EM-undankappingini, sum verður í døgunum 16. til 24. oktober. Luttakandi londini eru Føroyar, Norra, Slovenia og Aserbadjan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder