NSÍ hevur fingið eina góða byrjan uppá Betrideildna. Liðið hjá Glenn Ståhl hevur í báðum umførunum fingið trý stig, og í báðum førum hevur liðið eisini skorað trý mál. Í dystunum, serliga við Margáir, hevur NSÍ havt góðar møguleikar at fáa fleri mál. Petur Knudsen er væl nøgdur og nevnir kollektivið sum lykilin:
- Fleiri ting hava eydnast væl í báðum dystunum - bæði defensivt og offensivt. Tó eru vit júst komnir í gongd, og tílskil sigur tað seg sjálvt, at tað eru fleiri ting sum kunnu gerast betri. Men tað, sum eg meti hevur verið lykilin, er kollektivið.
Petur hevur lagt upp til tvey mál og skorað eitt sjálvur higartil. Í 5-3-2/3-5-2 skipanini hjá nýggja svenska venjaranum spælir Petur Knudsen sum áleypari undir liuni á Klæmint Olsen, tó at hann reikar nakað; serliga út í tómu økini í vinstru. Tað er júst á kantinum, og serliga í vinstru, at Petur hevur spælt seinastu fýra árini í Betrideildini
- Mær dámar væl leiklutin sum áleypari. Tað er sjálvandi munur á, at spæla sum áleypari og at spæla sum vongur, men tað er heldur ikki nakað ókent fyri meg, tí eg havi fyri tað mesta spælt sum áleypari í ungdómsdeildunum.
- Hava ongar ætlanir um at stegða góðu byrjanini
Í annaðkvøld hava Petur og NSÍ eina á mangan hátt øðrvísi uppgávu í mun til tær ímóti TB og EB/Streymi: Á útivølli móti Víkingi:
- Vit hava fyrireika okkum, sum vit vanliga gera til ein og hvønn dyst. Vit hava ongar ætlanir um at steðga góðu byrjanini, men tað krevst sjálvandi hart arbeiði, um vit ætla okkum trý stig heim við úr Sarpugerði fríggjakvøldið.
Petur Knudsen í nærdysti við Bjarna Petersen seinasta vikuskifti (Mynd: Sverri Egholm)
Hvat fyri dystur verður so talan um, og hvat er eitt nøktandi úrslit hjá NSÍ í Sarpugerði?
- Tað er sjálvandi torført at meta um, hvussu dysturin fer at verða spældur. Eg trúgvi, at bæði liðini ætla sær at vinna dystin og tískil fara bæði liðini at leggja nógv fyri dagin. Sum sagt, so eru vit ikki nøgdir við nakað annað er ein sigur - helst um vit ætla at spæla við, har sum tað er stuttligt.
Fyrsta bríksl í Sarpugerði í annaðkvøld verður klokkan 19.00. Vit dagføra frá dystinum og eru á staðnum við myndatólinum. Eftir dystin hava vit dystarfrásøgn, og vit gera samrøður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald