Fótbóltur

- Vit eru ikki nøgdir við annað enn ein sigur

- Vit kundu havt fingið størri úrtøku í hinum topp-fimm uppgerðunum, sigur Jann Benjaminsen, ið trívist væl í leiklutinum sum vongbakkur.

2020-06-15 20:52 Author image
Agnar Prestá
placeholder

NSÍ skal í morgin til Havnar at spæla ímóti B36. Bert eitt lið skilur liðini, ið bæði jagstra HB og sum bæði vunnu tryggar trý-máls sigrar á heimavølli fríggjakvøldið.

NSÍ hevur vunnið sannførandi í teimum dystunum, har liðið hevur verið stórfavorittur. Nú skal liðið spæla sína triðju topp-fimm uppgerð. Hinar báðar hava eisini verið á útivølli. Í 3. umfari hevði NSÍ fleiri møguleikar men tapti 1-0 í Norðragøtu. Í 6. umfari vóru runavíkingar á odda 1-0 við einum leikara í yvirtali, tá yvirtíðin byrjaði á Noroyðastevnu - leiðslan helt tó ikki. 

- Eg vil siga, at vit kundu havt fingið størri úrtøku, enn vit hava gjørt í teimum fyrstu topp 5 uppgerðinum. Til hendan dystin fara vit út at spæla, soleiðis sum vit hava fyrireikað okkum til dystin og við tí upplegginum sum venjaratoymið leggur fyri dagin. Um vit gera tað, eri eg ikki í iva um, at tað er rætti leikhátturin til dystin, og skal tað geva okkum trý stig við heim aftur.

[object Object]
Jann Benjaminsen í dysti í Sarpugerði í 3. umfari, har NSÍ tapti fyri fyrstu og higartil einastu ferð í ár (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta sigur Jann Benjaminsen við Portalin. Jann letur ongan ivi verða um, at tað júst eru trý stig, sum teir í gulum og svørtum fara eftir í Gundadali, har tað helst verður sera javnt:  

- Vit fara altið inn fyri at vinna, og eru vit ikki nøgdir við annað enn ein sigur. Eg trúgvi, tað verður ein sera javnur dystur við góðum spæli í morgin;, liðini eru jú kend fyri teirra góða fótbóltsspæl. Annars ein dystur við nógvum nærdystum, og hevur hesin parturin stóran týdning í morgin.

23-ára gamli toftamaðurin hevur seinastu árini spælt meira ella minni fast fyri NSÍ. Tað hevur fyri tað allarmesta verið á kantinum. Nú spælir Jann Benjaminsen sum vinstri vongbakkurin, og hann er skrásettur fyri flestt upplegg í Betrideildini eftir sjey umfør (6) :

- Eg trívist væl í nýggja leiklutinum sum vongbakkur, leikluturin er eitt sindur øðrvísi, enn tað ið eg eri vanur við, tá ið eg havi spælt á vonginum. Men tó, so minnur plássi um at vera vongur, har tú bert hevur størri leiklut í verjupartinum. Samanumtikið trívist eg sera væl á vongbakkinum.

Vit verða til staðar í Gundadli við myndatólinum, vit dagføra frá dystunum og eftir seinasta bríksl gera vit samrøður og taka samaunum dystin. 

8. umfar í Betrideildini
Týskvøldið 16.06: 
(18.00): AB - EB/Streymur
(19.00): B36 - NSÍ

Mikukvøldið 17.06: 
18.00: Skála - TB
19.00: HB - KÍ 
           Víkingur - ÍF

Støðan: 
1. HB (21 stig) 
2. NSÍ (16 stig)
 
3. KÍ (16 stig)
4. B36 (15 stig)
5. Víkingur (11 stig) 
6. ÍF (10 stig) 
7. EB/Streymur (6 stig) 
8. TB (2 stig) 
9. AB (2 stig)
10. Skála (1 stig) 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder