- Vit merktu føroyska stuðulin til endaspølini

Tað sigur liðformaðurin hjá Íslandi Aron Gunnarson, ið á tíðindafundinum í dag greiddi frá, at íslendsku leikarnir undir EM og HM sóu videobrot av føroyingum ið fegnaðust um íslendsku málini. Nú verður bygt upp av nýggjum við Arnari Viðarssyni.

2021-06-03 14:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eyðkenda reyða skeggið er ikki longur eins stórt, og hann hevur ikki nógv hár á høvdinum. Í nøkur ár hevur hann verið ímyndin av íslendska landsliðnum – stríðsmaðurin og víkingurin á miðvøllinum við tí langa innkastinum og liðskiparabandinum um armin, ið saman við áskoðarum leiddi sokallaða “Viking Chant” ella “Huh-rópið” eftir dystir.

Hesin táttur varð tikin upp fleri aðrastaðni, og millum annað gjørdu KÍ-áskoðarar hetta eftir EM-endaspælið í 2016. Tá Portalurin fekk møguleikan at seta Aroni Gunnarssyni spurning um m.a kenda rópið, og ávirkanina ið íslendska landsliðið hevði í millum annað Føroyum í samband við endaspølini í 2016 (EM) og 2018 (HM) og annars kom eitt smíl fram hjá liðformanninum:

- Eg minnist væl, at meðan endaspælini vóru í gongd, sóu vit sjónband úr Føroyum, har nógvir føroyingar vóru savnaðir. Teir fegnaðust um mál okkara, og hetta var ógvuliga stulligt at síggja, og tað sigur eisini nakað um sambondini millum londini.

[object Object]

[object Object]
Áfram Island í Vágsbotni í samband við HM-endaspælið í 2016 (Savnsmynd)

Aron Gunnarsson er nú 32-ára gamal og spælir til dagliga í Katar. Hann minnist, at hansara fyrsti landsdystur sum liðformaður var ímóti Føroyum (2-0 í Reykjavík í 2012, red) og hann nevndi, at sambondini millum Føroyar og Ísland eru serstøk.

[object Object]
Aron Gunnarsson í nærdysti við Paul Pogba í EM-endaspælinum í 2016

[object Object]
Aron Gunnarson á Tórsvølli í dag (Mynd: Sverri Egholm)


Eitt nýtt ættarlið á veg og skal nú brýnast


Arnar Viðarsson, ið er rættiliga nýggjur í sessinum, segði eisini í innleiðingini sínum, at s sambandið millum londini eru framhaldandi góð. Annars hevði hann fokus á, at Ísland roynir at menna seg og skal nýta dystin á Tórsvølli í morgin, eins og dystin móti Mexico og Texas móti Mexico leygardagin (2-1) sum liður í at menna sítt spæl meira. Í íslendska hópinum eru fleiri leikarar, ið eru farnir um tey tretivu, men eisini nakrir tannáringar og annars yngri leikarar við fáum landsdystum.

- Tað er sum at ala upp børn. Tað er ein spennandi tilgongd, og hjá okkum hjálpir tað, at vit hava ógvuliga royndar leikarar, sum hava verið í nógvum ymiskum støðum

Liðformaðurin legði afturat, at fyri teir eldru gav tað eyka orku og megi at spæla saman við ungum leikarum, ið hann metir eru sera dugnaligir. Gunnarsson er eisini nøgdur við venjingardystin móti Mexico, har liðið hekk betri saman enn í undankappingardystunum í mars, sigur hann.

[object Object]
Arnar Viðarsson nevndi millum annað leikarar sum til dømis Brand Hendriksson, ið hava verið í íslendskum fótbólti (Mynd: Sverri Egholm) 

[object Object]

Mynd: Sverri Egholm

Prátingarsami og heldur skemtingarsami høvuðsvenjarin segði, at teir kenna væl føroyska liðið, og at honum dámar væl háttin, sum Føroyar royna at spæla uppá. Viðarsson sló eisini fast, at har er avgjørt góð styrki á liðnum

- Føroyar hava verið í menning seinastu árini. Mær dámar væl mátan, ið man roynir at spæla uppá. Vit noyðast ikki at smæðast, hóast vit eru smá – bara tí man er lítið land, so merkir tað ikki, at tað ikki ber til at spæla við, fara upp at trýsta o.s.fr Hetta er eisini nakað, ið vit royna. Fleiri leikarar hjá Føroyum spæla í deildum og liðum í Skandinavia, har støðið er gott. Tað vitnar um eina ávisa styrki hjá leikarunum. Nú hava tit ein svneskan venjara og spæla 4-4-2 – tað kenna flestu íslendsku leikararnir alt til

Góðar umstøður og øvundsjúkur venjari – kendur hjálparvenjari

Tíðindafundurin við íselndingunum gekk fyri seg í nýggja miðlahølinum í nýggja FSF-bygninum á vestaru síðu. Rúmið er ikki heilt liðugt, eins og umstøðurnar umkring, men tað er snøgt og minnir um at koma til tíðindafund í nøkrum av størru londunum.

Íslendski venjarin viðgekk, at hann var heldur øvundsjúkur, men tó glaður

- Tað er gott at verða partur av, og tað er ein heiður at spæla fyrsta dystin eftir umbyggingina her. Eg má siga, at eri øvundsjúkur, tá eg komi her og síggi umstøðurnar sum nú eru og eru á veg. Vit hava ikki dagført okkara tjóðarleikvøll leingi, so hetta er spenanndi

[object Object]
Í nýggja hølinum, har tíðindafundir vera framyvir (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]

Eiður Guðjónsson saman við Arnar Viðarssyni á Tórsvølli (Mynd: Sverri Egholm)

Íslendingar høvdu eftir tíðindafundin eina lætta venjing á Tórsvølli. Størsta stjørnan, Gylfi Sigurðsson, er ikki við, men tað eru millum annað Birkir Bjarnasson (96 landsdystir og eitt EM-mál) og Kolbein Sigtórsson, ið hevur skorað fleiri ferðir móti Føroyum. Størsta stjørnan á vøllinum í dag var tó Eiður Smæri Guðjónsson. Ein tann allarbesti íslendski leikarin í søguni, ið millum annað spældi fyri Chelsea og Barcelona í 2000'unum, er hjálparvenjari hjá Íslandi. Í 2003 skoraði áleyparin á Tórsvølli í 2-1 sigrinum hjá Íslandi í EM-undankappingardysti á Tórsvølli. Tað er einastu ferð, at liðini hava spælt undankappingardyst her – og seinast Føroyar og Ísland spældu á føroyskari jørð. Føroyar hava ongantíð vunnið á heimavølli á Íslandi.

Venjingardysturin í morgin veðrur bríkslaður í gongd klokkan 19.45. Áleið 1.400 av teimum 2.500 atgongumerkjunum, ið vórðu sett til sølu, eru farin

[object Object]

[object Object]

[object Object]

[object Object]
Íslendingarnir til venjing á Tórsvølli - stórur aldursmunur er á teimum elstu og teimum yngstu í hópinum (Myndir: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder