Hondbóltur

- Vit verða noyddir at fáa betri gongd í álopspartin

Tað snýr seg eisini at halda møðini, sum kann koma at gera seg galdandi, burtur, sigur Jónas Djurhuus við Portalin. Spælskiparin og hinir føroyingarnir skulu aftur í EM-undankappingardyst í kvøld, og kekkar koma helst at spæla við hægri ferð enn ukreinar.

Jónas Djurhuus er spælskipari á føroyska liðnum. Hann sigur við Portalin, at tað er umráðandi, at tað er meira breidd í føroyska álopsspælinum í kvøld í mun til undanfarna dyst (Mynd: EHF)

Jónas Djurhuus er spælskipari á føroyska liðnum. Hann sigur við Portalin, at tað er umráðandi, at tað er meira breidd í føroyska álopsspælinum í kvøld í mun til undanfarna dyst (Mynd: EHF)

2021-03-12 08:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyski hópurin kom til Brno í Kekkia í gjárkvøldið, har næsti EM-undankappingardysturin er á skránni. Ferðalagið var tó ikki komið heilt uppá pláss, tá vit fingu fatur á spælskiparanum Jónasi Djurhuus: 

- Vit eru ikki komnir fram á gistingarhúsið í Kekkia enn, so vit hava ikki havt tær stóru fyrireikinganar til dystin, men vit koma at hava ein taktikkfund í kvøld og ein í morgin, har vit fara at gjøgnumganga teirra spælistíl

Hoyvíkingurin, ið var javnsettur toppskjútti hjá Føroyum við fýra málum, var nøgdir við serliga verjupartin hjá Føroyum í Kiev hósdagin, har tað endaði við fýra-máls ósigri. Viking Stavenger leikarin sigur tó eisini, at tað manglaði ov nógv í hinum endanum av vøllinum í mun til at fáa stig: 
 
- Samanumtikið vil eg siga, at vit eru rættiliga vónbrotnir av, at vit ikki megna at fáa stig í dystinum. Eg føli vit eru væl við gjøgnum allan dystin, men vanta allatíð tað síðsta fyri í at taka leiðsluna. Serliga haltar álopsparturin í seinna hálvleiki, har vit ikki megna at spæla okkum framm til nóg stórar kjansir, samstundis sum vit gera nakrar býttar tekniskar villir. Verjupartin eru vit væl nøgdir við, har vit standa væl so at siga allan dystin, og føla at vit hava gott tak á teirra álopsspælið - tað eru vit samdir um, at vit skulu halda á við.

Tað er, sambært Jónasi, týdningarmikið at spæla við meira breidd í álopspartinum, so at skotmøguleikarnir gerast størri. Skotbrái at fyrireika seg til dystin móti Kekkia er ógvuliga stutt, og hetta avmarkar sum nevnt føroysku fyrireikingarnar til dystin móti Kekkia, ið spældi seg til HM-endaspælið, sum var í januar. Liðið kom tó ongantíð til Egyptalands orsakað av einari rúgvu av koronutilburðum í hópinum. Talan er um eitt lið við meira ferð enn tí ukreinska, sigur Jónas Gunnarson Djurhuus við Portalin úr Kekkia:

- Vit koma aftur at møta einum fysiskum liðið, sum kemur at spæla munandi skjótari, enn Ukreina gjørdi, so tað verður allarhelst ein dystur við hægri leikferð, har vit koma at verða avbjóðaðir í mann - mann støðunum. Vit verða eisini noyddir at fáa betri flóð - gongd - í álopspartin, har vit mugu brúka breiddina á vølllinum betri, so vit fáa vengirnir meira við í spælið. Við tí fáa bakspælararnir meira pláss, so at møguleikarnir, ið verða tiknir gerast størri. Tað ræður eisini í stóran mun eisini um at finna tað sama geistin, ið vit høvdu í seinasta dysti og á tann háttin royna at halda møðini, sum kann koma at gera seg galdandi, vekk

Føroyar og Kekkia spæla í kvøld klokkan 19.15. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder