Í dag klokkan 17 verður lutakast um bólkabýti, og um staðseting, í EM-endaspælinum í desember.
Føroyar eru styrkismettar í bólki trý av teimum fýra:
Pottur 1: Noreg, Danmark, Ungarn, Frakland, Svøríki, Niðurlond
Pottur 2: Týskland, Montenegro, Pólland, Rumenia, Spania, Kekkia
Pottur 3: Turkaland, Slovakia, Slovenia, Sveis, Eysturríki, Føroyar *
Pottur 4: Kroatia, Serbia, Ísland, Norður Makedónia, Ukraina, Grikkaland
* Man kann ikki trekkja lið úr egna potti
Dagin eftir seinasta dystin í undankappingini, stødd á stóra flogvøllinum tosaðu vit við Rakul Wardum. Landsliðsmálverjin hevði sínar tankar um lutakastið:
- Vit vilja í øllum førum sleppa undan Týsklandi. Tær eru ov góðar at vera í potti tvey. So kanska eisini Serbia og Kroatia úr niðasta styrkisbólki og avgjørt Noreg úr tí ovasta.
- Svøríki kundi verið gott at møtt, og so hevði helst verið best at spælt móti Kekkia úr potti tvey
Hoyr samrøðu við Rakul Wardum um undankappingina og um lutakastið her
Til ber at stroyma lutakastið á Youtube-síðuni hjá EHF - Vit leggja eisini lenkjuna út stutt áðrenn og hava beinleiðis blogg á Portalinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald