Adrian Rúnasson Justinussen er glóðheitur. Hansara frísparkshattrikk á Argjum sunnudagin, sum hann skoraði uppá átta minuttir, hevur vakt ans kring heimin, og við einum fjórða frálíka skotið kom Adrian á seks mál tilsamans í ár. Nú sær hann fram ímóti dystinum móti Vìkingi, har sjey'arin hjá HB ætlar at skora aftur:
- Planurin hjá mær er at skora mál. Júst hvussu nógv havi eg ikki sett mær eitt mál um, men vónandi verða tað 3 mál.
Les eisini: Fýra ferðir Adrian á Argjum
Adrian er ikki óvanur við at skora ímóti felagnum, ið hann spældi fyri, áðrenn hann flutti til Havnar sum 15-ára gamal. Seinastu árini hevur vandamikli leikarin hildið á at venja og ment sín serliga sparkiteknikk, og tað hevur Víkingur fingið at føla ferð aftaná ferð: Fýra mál í trimum dystum í 2018 (allar dystirnar), eitt hattrikk í uppgerð í Gundadali í fjør, umframt eitt frísparksmál í steypafinaluni í fjør. Adrian Justinussen skoraði eisini hattrikk, tá Víkingur og HB hittust í finaluni í Venjarakappingini í februar. Hvussu sær Adrian uppá uppgávuna móti Víkingi hesuferð?
- Eg rokni við, at dysturin fer at hátta seg á tann hátt, at vit fara at hava bóltin meira enn Víkingur, meðan teir fara at liggja meira defensivt og hopa uppá at fáa okkurt kontra.
Adrian skal aftur royna at vera avgerandi ímóti Vìkingi (Mynd: Jens Kr. Vang)
Frísparkssnillingurin sigur, at nú verður talan um sterkari mótsstøðu, men at HB skal vísa seg og halda stiman.
- Í seinastu dystunum hava vit spælt í undirtali leingi, so vónandi fáa vit einki reytt kort hendan dystin, tí nu er mótstøðan nógv sterkari, enn hon hevur verið farnu dystirnar. Tá hon er tað, er tað umráðandi, at vit vísa, at vit hava yvirskot og vinna á teimum. Tað er sera umráðandi, at vit halda er góða stiman og fáa trý stig, so man kann koma at standa sterkt á stigatalvuni.
Fyrsta bríksl í Gundadali í kvøld verður klokkan 17. Vit eru á staðnum og hava ymiskt tilfar frá dystinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald