Fótbóltur

- Vóni at kunna halda spenningin í dystinum

Liðið hjá KÍ fer nú við flogfari beinleiðis til Bern.

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2020-08-25 10:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Nú klokkan 11 fer eitt leiguflogfar við KÍ-hópinum, sum í annaðkvøld skal spæla Champions League dyst móti sveisisku meistarunum, Young Boys.

Stór óvissa var um dystin, og ikki fyrr enn seint í gjár, fekk KÍ váttan um, at klaksvíkingar høvdu vunnið dystin, sum ikki varð spældur fríggjadagin, og tí eiga rættin at spæla móti Young Boys í ’Second Qualifying Stage – Champion Path’ í Champions League.

Dysturin skal spælast á Stadion Wankdorf í Bern uttan áskoðarar í annaðkvøld klokkan 19.15.

Young Boys er eitt gott lið sambært KÍ-venjaranum Mikkjali Thomassen. Men hann hevur eina ætlan, og hon gongur út upp á at halda spenningin í dystinum so leingi sum møguligt, og so kann alt henda móti endanum.

Heimasíðan hjá KÍ gjørdi eina samrøðu við venjaran á flogvøllinum áðrenn fráferð:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder