Fótbóltur

07 Vestur setur fyrrverandi danskan landsliðspælara sum høvuðsvenjara

Michael Schjønberg verður nýggjur venjari hjá 07 Vestur.

2022-01-12 21:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað legst afturat við donskum venjarum í føroyskum fótbólti. Fyrrverandi landsliðsbakkurin Michael Schjønberg verður nýggjur venjari hjá 07 Vestur.

Felagið boðar í kvøld frá, at tvey ára sáttmali er gjørdur við danska fótbóltsprofilin, og Michael Schjønberg kemur til Føroya um eina viku.

Magnus Powel var annars settur sum høvuðsvenjari hjá vágamonnum tíðliga í fjør summar, men eftir árskiftið var greitt, at hann hevði fingið bjóðað venjarastarv í Østersunds FK í Svøríki. 

Við setanini av Michael Schjønberg, eru tríggir danskir venjarar settir í høvuðsvenjarastørv í Betri deildini upp á tveir dagar. Í gjár boðaði HB frá, at Kim Engstrøm skal standa á odda hjá høvuðsstaðarfelagnum og fyrr í dag boðaði Skála frá, at Michael Bjørn Nielsen er settur sum høvuðsvenjari hjá uppflytarunum.

07 Vestur skrivar soleiðis um nýggja venjaran:

Michael Schjønberg hevur eina drúgva lívsleið við góðum úrslitum sum venjari og ítróttarstjóri í donskum og týskum fótbólti. Seinast í Vendsyssel IF, har hann í fjør summar fekk tilboð um at leingja sáttmálan við tveimum árum, men segði nei takk.

Sum virkin fótbóltsspælari var hann ein av stóru landsliðsprofilunum í Danmark seinast í farnu øld, og árini 1995-2000 spældi hann 44 landsdystir fyri Danmark. Hann var bakkur, men skeyt kortini trý mál fyri danska landsliðið.

Michael Schjønberg var virkin í fótbólti á hægsta stigi í 14 ár. Hann er ættaður úr Esbjerg og spældi við besta liðnum hjá Esbjerg fb árini 1987-90. Tíðarskeiðið 1990-1994 spældi hann við Hannover 96 í næstbestu týsku deildini, í 1994-1996 spældi hann við OB í bestu donsku deildini, og hann endaði sína lívsleið sum fótbóltsspælari á hægsta stigi í týska FC Kaiserslautern, har hann spældi árini 1996-2001.

Í FC Kaiserslautern var hann við til at skriva søgu, tá felagið vann týska meistaraheitið í 1998 – fyrsta árið í Bundesliguni eftir árið fyri at hava spælt seg upp úr næstbestu týsku deildini.

Nú skal Michael Schjønberg so venja 07 Vestur í bestu føroysku deildini, og hann kemur til Føroya 20. januar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder