Fótbóltur

07 Vestur syfti EB/Streym - fýra stig frá 9. plássi til 6. pláss

EB/Streymur er als ikki trygt enn, og 07 Vestur fer ongan veg uttan at stríðast. Í kvøld endaði tað 3-0 eftir sterkt avrik hjá heimaliðnum, sum nú er beint aftanfyri Skála og AB.

Edvin Jakobsen og 07 Vestur gjørdu bart - Óli Eyðsteinsson Poulsen noyddist tíðliga av vølli (Savnsmynd: jn.fo)

Edvin Jakobsen og 07 Vestur gjørdu bart - Óli Eyðsteinsson Poulsen noyddist tíðliga av vølli (Savnsmynd: jn.fo)

2026-10-10 20:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti dysturin í 24. umfari og fyrsti dysturin eftir langa landsliðssteðgin kundi av álvara skilmarka botnstríðið - og tað gjørdi hann eisini.

B68 er á veg niður, meðan stríðið um at sleppa undan 9. plássið er gróthart. Eftir 3-0 sigurin hjá 07 Vestur í kvøld er hetta uppaftur tættari; nærum óhugnaliga tætt.

EB/Streymur vann á B36 og B68 beint undan landsliðssteðginum og kundi tryggjað sær sæti í Meistaradeildini 2027 við sigri í kvøld. Útiliðið var uttan millum annað Laurits Nørby, Virgar Jónsson og Gest Bogason Dam, og longu eftir átta minuttir noyddist Óli Eyðsteinsson Poulsen skaddur av vølli.

Samanlagt fekk EB/Streymur tað ikki í nóg stóran mun at hanga saman, meðan tað - serliga seinasta tíman - var talan um sterkt avrik hjá heimaliðnum.

Eftir hálvan tíma legði Høgni Nielsen 07 Vestur á odda, og liðið hjá Tór-Ingar Akselsen kom eisini brestandi út eftir steðgin: Tað var 3-0 eftir 57 minuttir, og Casper Gedsted Hansen var íblandaður í báðum málunum í 2. hálvleiki. Kviki danin gav EB/Streymi høvuðbrýggj, og tað kom ikki spenningur í dystin aftur. 

Talan er um ein sigur, sum kann fáa risastóran týdning fyri 07 Vestur. Við hesum er heimaliðið nú bert eitt stig frá Skála og niðurflytingarstrikuni.

AB og EB/Streymur eru heldur ikki sloppin enn - 07 Vestur skal til Argir í seinasta umfari og hevur møguliga niðurflutta B68 á heimavølli í næstseinasta umfarið.

Tað eru nú bert fýra stig frá 07 Vestur (nummar níggju) upp til EB/Streym (nummar seks). EB/Streymur tekur ímóti Skála í seinasta umfarið, men vil sjálvandi royna at avgreiða tingini áðrenn - HB og síðani Víkingur á skránni.

Hetta kann so at siga bert gerast ein sannur gysari.

-----------------------------------------------------------

Meistaradeildin 24. umfar

Í dag, leygardagin 10. oktober
07 Vestur - EB/Streymur 3-0 (1-0)
30' Høgni Egilstoft Nielsen 1-0
48' Jasper van der Heyden 2-0
58' Casper Gedsted Hansen 3-0

Meira um dystin her

[object Object]

Í morgin, Sunnudagin 11. oktober
15.00: 
HB - KÍ (FM1)
Skála - NSÍ (FM1)

Fótbóltsskýlið: Skála í lyklaleikluti

17.15: 
AB - B36 (FM1)
B68 - Víkingur

Tikið verður samanum í 3. hálvleiki á FM1 klokkan 19.30 sunnukvøldið - til ber at fylgja gongdini í øllum dystunum á Portalinum



[object Object]

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder