24 ára gamli Erling Myklebust fer næsta árið at spæla við uppflytarunum í Betri deildini hjá monnum, 07 Vestur.
Erling Myklebust hevur verið í Vard Haugesund í 2. deild í Noregi síðan í 2016. Har hevur hann seinastu tvey árini, í 45 dystir, skotið heili 36 mál. Áðrenn Erling skifti til Vard, royndi hann seg í tvey ár í FK Haugesund í bestu deildini, tá bert 18 ára gamal.
- Erling er ein hart arbeiðandi, stórur og skjótur áleypari, sum trívist best frammanfyri málinum - sum 9-ari, sum tað ofta verður rópt, men kann annars spæla á øllum framrættaðum plássum, skrivar 07 Vestur um nýggja leikaran.
07 Vestur sigur, at nýggi leikarin kemur til landið í vikuni, og fer at vera við hópinum eftir, at hann hevur sitið í sóttarhaldi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald