Fótbóltur

07 Vestur vann málveitslu í evstu løtu

Í seinastu sekundunum av tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat, skoraði Mads Borchers til 5-4 og tryggjaði vágamonnum trý týdningarmikil stig.

(Skíggjamynd: Televarpið)

(Skíggjamynd: Televarpið)

2022-07-02 18:54 Author image
Sverri Egholm
placeholder

EB/Streymur kundi við sigri í dag fara í summarfrí á einum evropaplássi. 07 Vestur hevur hinvegin brúk fyri øllum stigum fyri at vinna seg úr niðurflytingarstríðnum, sum er kyknað aftur seinastu umførini.

Aftaná trettan minuttir hevði 07 Vestur havt tríggjar møguleikar og skorað uppá teir allar. 3-0 til vágamenn. Lítla løtu seinni minkaði Dánjal Godtfred um munin til 3-1, men beint fyri hálvleik var aftur galið í hinum endanum. Við skoti langt úti frá, snýtti Ronni Møller Iversen málverjan og økti til 4-1.

Tað tóktiskt vónleyst hjá sundalagsmonnum at koma aftur í dystinum, spakuliga ótu teir seg inn á stóru leiðsluna hjá 07 Vestur. Tá Jay Andersen skoraði í 75. minutti var støðan 4-4.

Eitt stig í part hevði verið brúkiligt hjá báðum pørtum hóast tað hevði verið heldur súrt hjá 07 Vestur eftir at hava verið á odda 4-1.

Mads Borchers vildi tað øðrvísi, og í seinastu sekundunum sum dómarin hevði lagt afturat, setti hann bóltin í netið og tryggjaði sigursfagnað á Dungasandi.

Vágamenn eru harvið javnir við NSÍ við 15 stigum á sjeynda plássi.

Ein annar dystur varð leiktur í dag. HB var á vitjan hjá B68, og tók øll trý stigini við sær heim aftur.

Nú er summarfrí, og KÍ, HB, Víkingur og B36 skulu royna seg í Evropa.

Úrslit 15. umfar

B68 - HB 0-1 (0-0)
54' Heðin Hansen 0-1

07 Vestur - EB/Streymur 5-4 (4-1)

3’ Jasper Van Der Heyden 1-0
8’ Mads Borchers 2-0
13’ Teitur Olsen 3-0
18’ Dánjal Godtfred 3-1
45’ Ronni Møller Iversen 4-1
47’ Gutti Dahl Olsen 4-2
68’ Andras Olsen 4-3
75’ Jay Getachew Andersen 4-4
95’ Mads Borchers 5-4

Støðan Betri deildin menn

1. KÍ 43 stig
2. Vikingur 37 stig
3. HB 28 stig
4. B36 22 stig
5. EB/Streymur 20 stig
6. AB 16 stig
7. 07 Vestur 15 stig
8. NSÍ 15 stig
9. B68 11 stig
10. Skála 8 stig


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder