Fótbóltur

10. flokks adventurebreytin í Suðuroynni væl umtókt

Hetta er eitt samstarv millum Tvøroyrar- og Vágsskúla.

2021-10-22 18:10 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eitt av spennandi og eisini vælumtóktu 10. flokkstilboðunum í samstarvinum millum Tvøroyar- og Vágsskúla er adventurebreytin, sum 10. flokksnæmingar hava hvønn fríggjadag.

Adventurebreytin byggir í høvðusheitum víðari á námsætlan fólkaskúlans innan ítrótt og eitt av endamálunum er: 

"at geva næminginum gleði og hug at íðka ítrótt og at menna fortreytir sínar at skilja týdningin av at mennast kropsliga í samspæli við náttúru, mentan og samfelag”.

Saman við undirvísarunum á breytini hava næmingarnir eisini fingið møguleikan at ávirka innihaldið, soleiðis at tað letur upp fyri onkrum nýggjum ella onkrum, sum áhugar einstøku næmingarnar.

Síðani skúlaársbyrjan í august hevur adventurebreytin soleiðis rokast í haga, á vegum, í bygdum, á klatriveggi, kajakkum, súkklum og til gongu.

Tankin við 10. flokki er at geva næmingunum eitt ár við upplivingum, stuttleika, spenningi, avbjóðingum, hugna og samveru. Í hesum byggir adventurebreytin serliga á hendan partin av námsætlanini:

Kjarnaøkið útilív fevnir um at skipa, leggja til rættis og fremja ymisk sløg av útivirksemi, leiki, kapping, ferðing, gongutúrum, gisting úti og tílíkum.

Tað eru eru tríggir lærarar knýttir at adventurebreytini og sum soleiðis eru við til at mynda undirvísingardagin saman við næmingunum. Lærarar eru eisini ymiskir á tann hátt, at eini er útbúgvin innan ítrótt, annar er lærarari við ítrótti sum sergrein og seinasti er læraralesandi, sum eisini hevur ítrótt sum sergrein. 

Hesir hava brúkt hugskotini frá næmingunum og knýtt tað at námsætlan fólkaskúlans og lagt hugtøkini handan ABC fyri sálarheilsu um at vera virkin, hugbundin og saman, aftur at. Og hevur hetta við ABC fyri sálarheilsuni eisini sæst tíðuliga aftur í teimum virkseminum, ið hava verið fyriskipaði. Hetta hevur samstundis eisini stimbra trivnaðin í felagsskapinum, og eru næmingarnir vorðnir væl samansjóðaðir hóast teir ikki eru í sama flokki ella skúla til dagligt. 

placeholder
placeholder