Fótbóltur

12 fótbóltsfjepparar lótu lív í Ekvador

Bussurin teir koyrdu í koppaði á motorvegnum.

Viðhaldsfólk hjá Barcelona SC vóru samlaði til minningarhald um tey 12 viðhaldsfólkini (Mynd: EPA)

Viðhaldsfólk hjá Barcelona SC vóru samlaði til minningarhald um tey 12 viðhaldsfólkini (Mynd: EPA)

2018-08-14 12:41 Author image
Ari av Rana
placeholder

12 fótbóltsfjepparar í Ekvador lótu lív, tá bussur teirra koppaði á motorvegnum, tá teir vóru á veg heima eftir at hava hugt eftir dysti.

Fótbóltsfjeppararnir høvdu verið og sæð lið teirra Barcelona SC spæla 1-1 javnleik á útivølli móti Deportivo Cuenca sunnudagin. Tá teir vóru á veg heimaftur, koppaði bussurin á motorvegnum.

30 persónar fingu skaða í óhappinum sigur løgreglan, sum enn kannar hvat hendi. Eygnavitni siga, at bussurin royndi at yvirhála aðrar bilar á motorvegnum stutt áðrenn vanlukkan hendi.

Bussurin koyrdi frá Cuenca í sunnara parti av Ekvador, og var á veg móti strandarbýnum Guayaquil, har Barcelona SC, sum er best umtókta felagið í landinum, kemur frá, skrivar DR.

Bussurin koyrdi av vegnum og koppaði, siga ferðslumyndugleikarnir í Ekvador.

Ferðsluvanlukkur er ein av størstu orsøkunum til deyðsfall í Ekvador. Áleið 80 fólk fáa skaða hvønn dag í ferðsluni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder