Fótbóltur

120 børn á fótbóltsskúla í Runavík

Í summar hava nærum 600 børn verið á fótbóltsskúla hjá FSF, og farna vikuskifti varð fimti fótbóltsskúlin við Løkin.

Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF.fo)

Mynd: Jóhanna Thomsen/FSF.fo)

2025-08-07 16:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Farna vikuskiftið - leygardagin 2. og 3. august - skipaði NSÍ fyri fótbóltsskúla við Løkin í Runavík, har umleið 120 børn luttóku.

Børnini vóru í aldursbólkunum U7, U9, U11 og U13.

Talan var um fimta og seinasta fótbólsskúla, sum FSF saman við fótbóltsfeløgum hevur skipað fyri í summar, og hava tilsamans nærum 600 børn verið á fótbóltsskúla í summar, skrivar FSF.

Fleiri myndir síggjast her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder