Fótbóltur

13 mál inn samanlagt: United og Liverpool eyðmýkt

Mourinho og Tottenham settu liðið hjá Solskjær uppá pláss á Old Trafford - liðið hjá Klopp, ið millum annað var rakt av koronu, tapti heili 7-2 í Birmingham fyri Aston Villa.

Salah skoraði tvær ferðir, men tað pyntaði bara eitt sindur uppá samanlagda úrslitið hjá Liverpool

Salah skoraði tvær ferðir, men tað pyntaði bara eitt sindur uppá samanlagda úrslitið hjá Liverpool

2020-10-04 22:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hesin Premier League-dagurin gjørdist heilt sermerktur. Hann byrjaði við, at West Ham óvæntað vann 3-0 á útivølli móti Leicester, men hetta er so gott sum gloymt nú.

Á Old Trafford vórðu longu trý mál komin, tá sjey minuttir vóru leiktir. Í 1. minutti varð Anthony Martial feldur í Tottenham-brotsteignum, og Bruno Fernandes skoraði trygt úr ellivu metrum. Hetta var hæddarpunktið hjá United. Tríggjar minuttir seinni gjørdu Harry Maguire og Eric Baily hvør í sínum lagi sítt til, at Ndombele kundi javnað, og verjan snorksvav tríggjar minuttir eftir hetta, tá Tottenham tók fríspark skjótt og Son skoraði.

[object Object]
De Gea noyddist seks ferðir í málið eftir bóltinum 

Í 28. minuttir fekk Martial beinleiðis reytt kort fyri hevnisøku - fyri at koyra hondina upp í høvdið á Lamela, ið fyrst gava ein alboga men bert fekk gult kort. Síðani varð vegurin slættari hjá liðnum hjá Mourinho, ið onga náði vísti: Kane og Son skoraðu hvør sítt áðrenn hálvleik, og í einum heldur "dovnum" 2. hálvleiki økti fyrst Aurier og síðani Kane við brotssparki. Liðið hjá Solskjær var harvið fyri eyðmýking, hevur tapt samanlagt 9-2 sínar fyrstu heimadystur og er á 16. plássi. Trupulleikar á vøllinum og í flytingarvindeyganum eru eyðsýndir, og nógv bendir á, at tað verður enn eitt langt og tungt ár hjá United-fjepparunum.

Liverpool "stóð einki aftanfyri arvafíggindan" í kvøld. Tað tyktist nærum óveruligt, tá Aston Villa, sum farna kappingarár var sera nær við at flyta niður, skoraði sjey ferðir móti meistarunum. Mohammed Salah skoraði tvær ferðir - fyrst til 2-1 í 33. minutti  og tá var dysturin opin. Men tveir minuttir seinni skoraði John McGinn, og í 39. minutti Ollie Watkins til 4-1. Harvið hevði áleyparin, ið kom frá Brentford fyri stuttum, fingið sítt hattrikk og síni fyrstu trý mál.

[object Object]
Aston Villa hevur vunnið allar sínar tríggjar dystir higartil 

Liverpool var uttan málverjan Allison, liðformannin Jordan Henderson og koronaraktu Thiago og Saido Mané, og allar vónir um eitt flott comeback vórðu kveistraðir til viks tíggju minuttir inn í 2. hálvleik, tá Ross Barkley skoraði til 5-1. Hetta var fyrsti dystur hjá fyrrverandi Everton og Chelsea-leikaranum fyri Villa. Salah minkaði um munin, áðrenn Jack Grealish skoraði tvær ferðir fyri heimaliðið. Eins og hjá United, silgdi verjan hjá Liverpool, ið var fullmannað. Eftir sigrar í trimum teimum fyrstu dystunum, á Leeds, Chelsea og Arsenal, komu Klopp og hansara menn so sanniliga niður á jørðina aftur. Nábúgvarnir úr Everton eru oddalið við fullum stigatali, og Aston Villa er eisini við í oddastríðnum. 

Úrslitini í Premier League í 4. umfari: 
Í dag: 
Leicester - West Ham 0-3
Southampton - West Brom 2-0
Arsenal - Sheffield United 2-1
Wolves - Fulham 1-0
Manchester United - Tottenham 1-6
Aston Villa - Liverpool 7-2

Í gjár: 
Chelsea - Crystal Palace 4-0
Everton - Brighton 4-2
Leeds - Manchester City 1-1
Newcastle - Burnley 3-1 

1. Everton 12
2. Aston Villa 9 *
3. Leicester 9
4. Arsenal 9
5. Liverpool 9
6- Tottenham 7
7. Chelsea 7
8. Leeds 7
9. Newcastle 7
10. West Ham 6
11. Southampton 6
12. Crystal Palace 6
13. Wolves 6 
14. Manchester City 4 *
15. Brighton 3
16. Manchester United 3 *
17. West Bromwich 1 
18. Burnley 0 *
19. Sheffield United 0
20. Fulham 0

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder