Tað eru 12 leikarar, ið hava skorað sjey mál ella fleiri í Betrideildini. Tveir av teimum spæla við oddaliðnum men tað sum er sermerkt við teimum er, at teir hava spælt fáar dystir og sera fáar minuttir samanlagt.
Adrian Rúnasson Justinussen legði út sum eitt óløgi í ár og skoraði seks mál í trimum teimum fyrstu dystunum. Men fýra dagar eftir tey fýra málini og "frísparkshattriki" á Argjum, breyt Adrian eitt bein í fótinum tíðliga í dystinum móti Víkingi. Hetta var 28. mai
Adrian sat fastur í gamla graslíkinum á Ovara Vølli í Gundadali (Mynd: Sverri Egholm)
Tað tók longri enn væntað at lekja, men HB hevur í tveir og ein hálvan mánaða staðið seg sera væl uttan sína størstu stjørnu seinastu árini. At 22-ára gamli leikarin nú er aftur er tó bert við til at styrkja liðið hjá Jens Berthel Askou, sum í gjár vann heili 11-0 á AB. Tá støðan var 8-0, og tjúgu minuttir vóru eftir, varð Adrian Justinussen skiftur inn. Nummar 7 vildi verða við í málveistluni og skoraði tvey góð mál - eitt við høgra og eitt við vinstra.
Adrian eftir eitt av sínum málum á Argjum í 3. umfari (Mynd: Jens Kr. Vang)
Harvið hevur Adrian skorað seks mál móti AB í ár og hevur samanlagt átta mál í Betrideildini. Tey hevur hann skorað uppá tríggjar heilar dystir, umframt tjúgu minuttir í gjár. Í dystinum móti Víkingi í 4. umfari spældi Adrian bert eitt korter, áðrenn hann varð skaddur. Tað vil siga, at tey átta málini eru skoraði uppá bert 307 minuttir, og vandamiklasta vápnið hjá HB er av álvara á veg aftur.
Mikkel hevur gjørt mun
HB gjørdi fyrr í ár sáttmála við Teit Jacobsen og Jákup Thomsen - tveir sera evnaríkir áleyparar ið harvið vendu aftur til barndómsfelagið eftir uppihald uttanlanda. Teit og Jákup hava tó báðir verið langtíðarskaddir, og Teit fekk eitt stórt afturstig undir venjing í vár. Øssur Dalbúð hevur stríðst við smærri skaðar, og Pætur Petersen, ið spældi á fremsta plássinum fyrsta triðingin, hevur eisini stríðst við skaða síðani seinnu hálvu av juni.
HB'arnir fegnast eftir fyrsta málið hjá Mikkel Dahl - eitt sera umráðandi mál fyri oddaliðið (Mynd: Sverri Egholm)
Í juli gjørdi HB sáttmála við Mikkel Dahl, ið kom úr Nykøbing FC í næstbestu donsku deildini, og hann hevur beinanvegin gjørt mun. 27-ára gamli danski áleyparin skoraði til 1-0 í sínum fyrsta dysti - í 2-0 sigrinum í grannauppgerðini móti B36 -, hann skoraði tvey mál móti TB á ólavsøku, eitt í Norðragøtu fyri viku síðani, og í gjár skoraði Mikkel Dahl hattrick. Tað er sjey mál í fimm dystum - uppá 433 minuttir - og harvið er talan um ein sannan fong fyri HB higartil.
Adrian og Mikkel hava harvið samanlagt spæl 10 dystir, 740 minuttir og skorað 15 mál í Betrideildini í ár. Tað er eitt mál hvønn 49. minutt, og eitt og eitt hálvt mál fyri hvønn dyst, ið teir spæla. René Shaki Joensen, Mathias Nygaard og Dan í Soylu hava allir spælt í øllum 17 dystunum hjá HB í Betrideildini og hava skorað seks mál hvør.
Tøl: FaroeSoccer
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald