Annað

16 ára gamla Yrsa Halsdóttir Djurhuus fer at kappast á Landsmóti Hestamanna

Sambært Ríðisambandi Føroya er Yrsa Halsdóttir Djurhuus helst fyrsti føroyingur, sum kappast á stóru íslendsku rossastevnuni, Landsmót Hestamanna, sum verður hildin á Hólum í Íslandi í døgunum 5. til 11. juli.

2026-06-20 12:47 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Yrsa arbeiðir fyri tíðina á garðinum hjá Súsonnu Sand Ólafsdóttir, sum nógvir føroyingar kenna í rossahøpi. Yrsa fór í praktikk hjá Súsonnu í 9. flokki í 2025, og so skjótt, hon var liðug við 9. flokk, gekk leiðin beinleiðis yvir aftur til Íslands, har hon stórt sæð hevur verið síðani.

Hon arbeiðir við at venja og passa nógv ymisk ross, og so hevur hon eisini verið við í ymiskum kappingar.

Í juni var hon til úttøkukapping til Landsmótið. Har kvalifiseraðu Yrsa og hesturin, Ljúfur frá Skógarnesi, seg til at kappast á Landsmótinum við flottum karakterum.

Tey gjørdust nummar fýra í greinini Gæðingakeppni B í unglingaflokki, 14-17 ár, við karakterinum 8,41.

Ríðisamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder