Hondbóltur

17 leikarar úttiknir til U19-landsliðið

U19 landsliðið skal til tvær kappingar í august. Scandinavian Open í Svøríki og EHF Championship í Bulgaria. Sterkt landslið er úttikið.

Elias á Skipagøtu er ein av leikarunum, sum er úttikin (Mynd: Sverri Eghom)

Elias á Skipagøtu er ein av leikarunum, sum er úttikin (Mynd: Sverri Eghom)

2021-08-02 23:26 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Landsliðsvenjararnir, Mark Lausen- Marcher og Julian Johansen, hava úttikið hesar leikarar til Scandinavian Open og EHF Championship kappingina, sum báðar verða leiktar í august.

Málverjar:
Pauli Jacobsen, H71
Alexander Sacho Lacok, VÍF

Útileikarar:
Janus Dam Djurhuus, H71
Baldur Gillason, H71
Pauli Høj, Neistin
Hákun West av Teigum, Skanderborg
Bogi Hansen, H71
Ragnar Karlsson, H71
Viktor Nørlyng Gaini, GOG
Sakir Tróndarsson Frýdal, H71
Bjarni í Selvindi, StÍF
Pauli Mittún, H71
Óli Mittún, GOG
Ári Rúnason, H71
Rói Ellefsen á Skipagøtu, H71
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Savehof
Sveinur Olafsson, H71

Liðið skal fyrst spæla Scandinavian Open saman við stóru hondbóltstjóðunum, Noreg, Svøríki og Danmark. Talan er um kapping, sum verður leikt í Lund í Svøríki í døgunum 6. – 8. august, ein kapping liðini vanliga nýta at fyrireika seg til EM-kappingarnar í august.

Seinni í august, skulu Føroyar spæla EHF Championship kapping í Varna í Bulgaria, í døgunum 17. – 23. august. Kappingin skuldi upprunaliga hava verið leikt í 2020, men var útsett vegna korona. Leikt verður í tveimum bólkum, har vinnarin av kappingini vinnur seg til EM-endaspælið fyri U20 í 2022. Eisini fær vinnarin møguleikan at spæla um pláss til HM. Føroyar eru í bólki saman við Kekkia og vertunum úr Bulgaria. Í hinum bólkinum eru Belarus, Slovakia, Finnland og Litava.

Leiksskráin hjá Føroyum sær soleiðis út:

Í Lund til Scandinavian Open:
Fríggjadagin 6. august kl. 16.00 Føroyar – Noreg
Leygardagin 7. august kl. 17.00 Svøríki – Føroyar
Sunnudagin 8. august kl. 09.00 Føroyar – Danmark

Í Varna í Bulgaria til EHF Championship:
Týsdagin 17. august kl. 16.00 Bulgaria – Føroyar
Hósdagin 19. august kl. 16.00 Kekkia – Føroyar
Leygardagin 21. august plaseringsdystir
Sunnudagin 23. august plaseringsdystir


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder