Í fjør fekk B36 45 útav sínum 63 stigum í dystunum móti liðum, ið endaðu í botn-fimm. Árstalsfelagið vann allar 15 dystirnar móti teimum: Tríggjar ferðir móti Skála, AB, TB, EB/Streymi og ÍF.
Higartil í ár hevur B36 vunnið við trimum málum á Skála og AB á heimavølli og 3-1 í Trongisvági. Í kvøld skal liðið hjá Jákup á Borg royna at halda á við hesum stimanum móti niðaru liðunum og koma aftur á vinnarakós. í 5. og 6. umfari hevur B36 spælt ímóti liðum úr ovaru hálvu av stigatalvuni. Í báðum førum hevur liðið tapt, og í báðum førum eru fýra mál farin inni - fyrst í grannauppgerðini og síðani í Sarpugerði.
Jákup á Borg og B36 hava veruliga tørv á at fáa stig aftur - móti liðum úr niðaru hálvu hevur hetta ikki verið ein trupulleiki seinastu 22 dystirnar (Mynd: Jens Kr. Vang)
EB/Streymur vitjar í Gundadali í kvøld. Tað gjørdi liðið eisini 10. august 2018. B36 var fullkomiliga við yvirlutan í spælinum, men tað endaði 2-2. Hetta er seinast, at B36 hevur mist stig móti botn-fimm liðið á heimavølli. Hesin dysturin var mitt í einari røð av trimum dystum, har B36 spældi javnleik móti liðið úr niðaru hálvu (hinir vóru 1-1 javnleikir í Trongisvági og á Argjum) Síðani dystin móti TB hevur B36 vunnið 22 dystir á rað móti botn-fimm liðum. Í 2018 byrjaði liðið kappingarárið við at tapa 3-2 á Eiði. Dysturin í kvøld er dystur nummar 33 móti botn-fimm síðani, og spurningurin er so, um EB/Streymur kann gera nakað fyri at stegða tí ósigraðu røðini hjá árstalsfelagnum.
Í høvuðsheitinum hevur B36 undir Jákup á Borg avgreitt uppgávurnar sum greiður favorittur væl, tó at B36 í fyrsta árinum hjá fyrrverandi leikaranum sum oddamanni tapti ein dyst í Trongisvági og ein í Sørvági. Seinastu fimm árini, tá topp-fimm hevur verið tað sama, hevur B36 ikki roynt at tapt á heimavølli til eitt lið, ið er endað í niðaru hálvu.
NSÍ hevur eisini gott tamarhald á niðaru liðunum
Í fjør tapti NSÍ á Skála í 3. umfari. Skála var greitt tað sterkasta av liðunum, ið endaðu í niðaru hálvu og liðið byrjaði árið væl. Júst Skála hevur verið botn-fimm liðið, ið NSÍ hevur stríðst mest við við seinastu árini: Í 2017 vann NSÍ ongan dyst móti Skála (tapti tveir)
Í 5. umfari, 1. juni, hevði NSÍ ongar trupulleikar við at vinna at Skála (Mynd: Jens Kr. Vang)
Eins og hjá B36 hevur tó verið lítil slingur í valsinum hjá NSÍ seinastu tvey kappingarárini og í teimum fyrstu dystunum í ár móti botn-fimm liðum: Tríggir javnleikir í 2018 og ein ósigur, annars fult stigatal. NSÍ hevur eisini vunnið allar fýra dystirnar móti botn-fimm liðunum higartil í ár greitt.
Í kvøld skal NSÍ royna at fáa ein sigur á Eystanstevnu. Runavíkingar eru risafavorittar og skulu, eins og B36, royna at fylgja við HB í oddinum. Báðir dystirnir í kvøld byrja klokkan 19, og vit dagføra frá teimum.
7. umfar í Betrideildini:
Fríggjadagin 12.06
19.00: B36 - EB/Streymur
NSÍ - AB
Leygardagin 13.06
14.00: TB - ÍF
17.00: HB - Skála
19.00: KÍ - Víkingur
(Tøl: FaroeSoccer)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald