Hópurin, ið Håkan Ericson og Eli Hentze hava tikið út, hevur júst vant fyri aðru ferð á Tórsvølli. Venjingarnar eru partir av fyrireikingingunum til komandi EM-undankapping, sum fer í gongd síðst í mars.
Talan er bert um leikarar úr heimligu kappingini, leikarar hjá KÍ eru ikki tøkir, og harvið sleppa nógvir leikarar at royna seg, sum ikki hava verið á landsliðnum í eina tíð, ella sum ongantíð hava vant við A-landsliðnum.
Símun Rógvi Hansen, Andrias Eriksen og Alex Mellemgaard, allir úr B36, góvu allir avboð í vikuni. Ein B36-leikari er eftir, Magnus Holm Jacobsen, og tískil eru fimm feløg umboðað. 12 av leikarum, sum í gjár og í dag hava vant á Tórsvølli, eru sáttmálabundnir til HB. Lukas Giessing er úttikin til A-landsliðsvenjing á fysta sinni, og hann hevur seinastu tíðina royndarvant í HB.
Vant verður aftur í kvøld klokkan 17, í morgin áðrenn dystirnar í VFF Cup, og sunnudagin verður endað við venjingardysti móti Víkingi, upplýsir FSF.
Fríggjadagin 12.februar
Kl. 17:00 Venjing á Tórsvølli
Leygardagin 13. februar
Kl. 11:45 Venjing á Tórsvølli
Sunnundagin 14. februar
Kl. 15:00 Venjingardystur á Tórsvølli móti Víkingi
Hópurin
Tórður Thomsen, NSÍ
Bárður á Reynatrøð, Víkingur (Upprunaliga Símun Rógvi Hansen)
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Daniel Johansen, HB
Jóhan Troest Davidsen, NSÍ (Upprunaliga Andrias Eriksen)
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Lukas Giessing (Venur við HB - Upprnaliga Alex Mellemgaard)
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Heðin Hansen, HB
Hørður H. Askham, HB
Bartal Wardum, HB
Heri Hjalt Mohr, HB
Rene Shaki Joensen, HB
Adrian R. Justinussen, HB
Dan í Soylu, HB
Tróndur Jensen, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Stefan Radosavljevic, HB
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Hilmar Leon Jakobsen, HB
Jákup Ludvig Thomsen, HB
Petur Knudsen, NSÍ
Klæmint Andrasson Olsen, NSÍ
Rættað 14.20
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald