Eitt heldur sermerkt við umfarinum, sum fer í gongd í Betrideildini í kvøld, er, at allarflestu liðini hava útivøll/heimavøll annað vikuskifti á rað.
Víkingur og B36 vunnu sunnudagin trý-máls sigrar á "botn-fimm" liðum í heimadystum. Í kvøld tekur Víkingur ímóti NSÍ. Skála, ið tapti í Sarpugerði sunnudagin, vitjar í Gundadali og skal harvið spæla sera torføran útidyst annað vikuskifti á rað.
Víkingur vann 5-2 á Skála í 2. umfari. Í morgin er uppgávan B36 (Mynd: Sverri Egholm)
EB/Streymur tók ímóti NSÍ sunnudagin, har runavíkingar vóru fullkomiliga omaná. Í annaðkvøld skal EB/Streymur royna at fáa stig við Margáir ímóti TB. KÍ megnaði leygardagin at fáa trý stig í Trongisvági móti tíggju monnum hjá TB við brotssparki langt inni í yvirtíðini. Seinnapartin í morgin vitja føroyameistararnir í Fuglafirði, har ÍF annað vikuskifti á rað tekur ímóti liðið, sum roynir at verða FM-biðli.
EB/Streymur skal royna at hava betri tamarhald á TB, enn liðið hevði á NSÍ í Strymnesi sunnudagin (Mynd: Sverri Egholm)
Tað koppaði til KÍ í Trongisvági leygardagin (Mynd: Bjartur Vest)
Har vitjaði HB sunnudagin, og tað endaði við 3-1 sigri til liðið hjá Jens Berthel Askou, ið aftur hesaferð er á útivølli. Tó er túrurin væl styttri hesaferð. HB vitjar á Argjum, og argjamenn skulu annað vikuskifti á rað dystast við ein "stórabeiggja"
B36 var greitt omaná móti AB fyri fimm døgum síðani (Mynd: Jens Kr. Vang)
Harvið hava Víkingur, B36, ÍF og EB/Streymur eins og í 2. umfari heimavøll.
NSÍ, Skála, KÍ og HB spæla annað vikuskifti á rað á útivølli.
AB skiftir frá útidysti til heimadyst, og TB skal hesuferð norður um fjørð at spæla.
3. umfar í Betrideildini
Fríggjadagin 22.05
19.00: Víkingur - NSÍ
Leygardagin 23.05
14.00: B36 - Skála
16.00: ÍF - KÍ
18.00: EB/Streymur - TB *
Sunnudagin 24.05
15.00: AB - HB
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald