Fyrsta vikuskifti í oktober eru Føroyar vertir fyri EM fyri smátjóðir í flogbólti. Skotland, Ísland og Grønland koma á vitjan.
Les meira: Flogbóltur: Føroyar hýsa EM-kapping hjá monnum
Flogbóltssamband Føroya skrivar, at tað kann róliga verða sagt, at tað er ikki á hvørjum degi, at fólk kunnu síggja føroyska A-landsliðið í flogbólti á heimavølli. Seinnu árini hevur Flogbóltssambadið skipað fyri fleiri altjóða kappingum á heimavølli; m.a ungdómskappingum. EM-kappingin, sum byrjar um tvær vikur, verður fyrsta altjóða kapping fyri A-landsliðið hjá monnum í 30 ár.
Føroyar høvdu virknan leiklut, tá ið Oyggjaleikirnir tóku seg upp fyrstu ferð í 1985. Longu í 1989 hýstu Føroyar Oyggjaleikunum, nummar trý í røðini. Flogbólturin hevur oftast vunnið Føroyum heiðursmerki, og tað var serligt fyri føroyskan flogbólt, tá føroysku menninir vunnu gull á heimavølli. Síðani hevur tað ikki eydnast hjá føroyska flogbóltslandsliðnum hjá monnum at vinna gull, hóast tað hevur verið sera nær við fleiri ferðir
30-ára bíðitíðin er nú av. Oyggjaleikirnir á heimavølli liggja enn nakað úti í framtíðini, men føroyska A-landsliðið í flogbólti verður nú aftur á heimavølli í altjóða kapping.
Flogbóltssamband Føroya heitir á føroyingar um at koma í Høllini á Hálsi at stuðla okkara monnum.
Dystarskrá:
Fríggjadag 4. oktober
Kl. 16.00 Skotland – Ísland
Kl. 18.30 Føroyar – Grønland
Leygardag 5. oktober
Kl. 16.00 Ísland – Grønland
Kl. 19.00 Skotland – Føroyar
Sunnudag 6. oktober
Kl. 14.00 Grønland – Skotland
Kl. 17.00 Føroyar - Ísland
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald