Hondbóltur

300 StÍF'arar á felagsmynd

Ein søguliga stór mynd er tikin, ið vísir ein stóran part av stóru StÍF-familjuni.

2023-04-15 23:31 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Fleiri enn 300 StÍF´arar eru á myndini, sum er at síggja niðast í greinini.

Henda stóra felagsmyndin av StÍF´arum bleiv tikin 4. apríl í sambandi við stóra neondhondbóltstiltakið, sum varð hildið henda dagin.

Øll børnini, ungu, venjarar, hjálparfólk, sum hjálptu til henda dagin eru á myndini umframt vaksnir leikarar, foreldur, ommur og abbar o.s.fr. Ja, øll, sum eru StÍF´arar fingu áheitan um at koma við á myndina, og sera nógv góðu respons og møttu upp í høllini á Skála.

Reidar F. Joensen tók myndina fyri StÍF.

Trýst á myndina fyri at síggja hana størri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder