Annað

32 luttóku í borðtenniskapping í Trongisvági

Í gjár var fyrsta borðtenniskapping í nýggja kappingarárinum.

2023-11-06 12:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í gjár, sunnudagin 5. november, varð fyrsta borðtenniskappingin í nýggja kappingarárinum spæld í høllini í Trongisvági, har 32 leikarar úr fleiri feløgum luttóku í fyrsta Grand Prix-umfari.

Leikt verða árliga seks Grand Prix-umfør, har øll – óansæð aldur og kyn – dystast hvør ímóti øðrum í bólkum, sum eru flokkaðir eftir støði við upp- og niðurflytingum alt eftir hvussu gongst teimum einstøku leikarunum.

Úrslitini frá fyrstu kappingini síggjast niðanfyri:

Bólkur A1
1. Simon Nykjær-Fisher (Viby BTK)
2. Fróði F. Jensen (Tór)
3. Hallur Thorsteinsson (Tór)
4. Ólavur Hammer (TBF)
5. Anja Wongwai (TBF)

Bólkur A2
1. Andreas Andersen (B75)
2. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
3. Ári F. Jensen (Tór)
4. Britt Michelsen (TBF)
5. Hans Jacob Gaard Petersen (TBF)

Bólkur A - endaspæl
1. Simon Nykjær-Fisher (Viby BTK)
2. Andreas Andersen (B75)
3. Albert Weihe Wolfsberg (Hillerød GI)
4. Fróði F. Jensen (Tór)

Bólkur B
1. Vagnur Kjærbech Nolsøe (TBF)
2. Rasmus Teitsson í Skorini (Tór)
3. Susie Midjord (TBF)
4. Teitur Haraldsen Albinus (Tór)
5. Poul Knút Poulsen (TBF)
6. Elsa Kathrina Gisladóttir (Tór)

Bólkur C
1. Jákup Debess (Tór)
2. Hadassa S. Christiansen (Tór)
3. Brandur Johannesen (Tór)
4. Tummas Wilhelm (Tór)
5. Suni á Lava (Tór)
6. Baldur Garðshamar (TBF)

Bólkur D
1. Rasmus Johannesen (Tór)
2. Silja Teitsdóttir í Skorini (Tór)
3. Rannvá Heiðriksdóttir (Tór)
4. Purin Poulsen (TBF)
5. Angelina Øster (TBF)
6. Kaya Thomsen (TBF)

Bólkur E
1. Geiri P. Augustinussen (TBF)
2. Rúnar Gunnarson (TBF)
3. Bára Sørensen (TBF)
4. Johanna Midjord (TBF)

Næsta kapping verður 18. november í høllini á Hálsi í Havn. Tá er talan um 2. Grand Prix-umfar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder