Føroyar spældu í dag tann sætta útav átta dystum í undankappigini til EM. Dysturin var í Wales. Vertirnir eru á 2. plássi í bólkinum og vóru eisini greitt omaná frá byrjan.
Wales hevði nakrar stórar møguleikar, áðrenn Helen Ward sló til stutt eftir, at hálvi tími var leiktur. Tá høvdu føroysku kvinnurnar staðið væl ímóti - Wales rakti træverkið fleiri ferðir í dystinum.
Ein løta í 2. hálvleiki var heilt ring - tað var, tá Wales skoraði trý mál innan tíggju minuttir - Natasha Harding, ið gjørdi hattrik í Føroyum, skoraði tvey av málunum. Føroyar fingu ikki handfarið nøkur innlegg, men hildu málið reint seinna helmingin av 2. hálvleiki.
Harvið var úrslitið betri enn í heimadystinum, ið var síðst í august í fjør. Føroyska liðið fekk ikki hótt málið hjá Wales, men talan gjørdist ikki um eitt heilt stórt tap.
Tíverri sást dysturin ikki í Føroyum. FSF-umboð hevði fingið upplýst og váttað frá umboðum frá walisiska fótbóltssambandinum, at stroymingin riggaði uttanfyri Stórabretland, men hetta var ikki so. Dagføringar og málini kunnu tó síggjast her.
Liðið hjá John Petersen spælir aftur 26. november. Tá verður uppgávan uppaftur størri - móti Noreg á útivølli.
EM undankapping, bólkur C
Rodney Parade, Newport - 22. oktober 2020
Wales - Føroyar 4-0 (1-0)
33' Helen Ward 1-0
58' Natasha Harding 2-0
62' Natasha Harding 3-0
67' Lily Woodham 4-0
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald