Hondbóltur

400 atgongumerki seld til HM-undankappingardystirnar

Og ætlanin er at selja fleiri, sigur Gunn Ellefsen. Tó bíðar Hondbóltssambandið í løtuni eftir nærri kunning frá myndugleikunum, og tí er nakað av óvissu um áskoðarastøðuna til dystirnar á Hálsi í vikuskiftinum.

Áskoðaraplássini eru mong í Høllini á Hálsi og til ber at býta upp. Tilmæli eitur í mesta lagi 100 fólk við koronupassi (Mynd: Sverri Egholm)

Áskoðaraplássini eru mong í Høllini á Hálsi og til ber at býta upp. Tilmæli eitur í mesta lagi 100 fólk við koronupassi (Mynd: Sverri Egholm)

2022-01-10 16:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá menninir spældu heimadystir í EM-undankappingini á vári í fjør var í stóran mun óavmarkað atgongd, tó at høllin á ein hátt varð býtt upp í øki, men tá kvinnurnar spældu HM-undankapping fyrst í juni slapp so at siga eingin inn í høllini at hyggja.

Koronustøðan gevur framvegis óvissu, og tí vita tey í Hondbóltssambandi Føroya ikki enn ikki, hvussu nógvir áskoðarar kunnu verða til dystirnar hjá føroyska manslandsliðnum fríggjakvøldið, leygarkvøldið ella sunnukvøldið.

Hetta fingu vit at vita í sambandi við tíðindafund í Bank Nordik í dag, men Gunn Ellefsen segði eisini við Portalin, at 400 atgongumerki eru seld. Tey vórðu sett til sølu í desember, og ætlanin er í hvussu er at fáa tey fólkini, ið hava keypt, umframt stuðlar, inn til dystirnar, segði forkvinnan í Hondbóltssambandinum.

[object Object]
Gunn Ellefsen kundi ikki siga nakað endaligt um, hvussu tað verður skipað við áskoðarum, men roynt verður er at fáa so nógvar sum gjørligt til HM-undankappingardystirnar (Mynd: Sverri Egholm)

Tó er tað framvegis óvist, hvat fer at bera til. Gunn Ellefsen vísti á, at bíðað verður eftir, at ein útmeldning kemur frá avvarandi myndugleikum, men at Hondbóltssambandið sum nú heldur fast í ætlanini.

Í løtuni er víðkaða tilmæli, sambært korona.fo, at í mesta lagi 100 fólk við nógv umtalaða koronapassinum savnast. Eftir stigi tvey í ferðsluljósskipanini, sum var galdandi fyrst í desember, kunnu 200 fólk við koronupassi savnast innandura. Tað er mest sannlíkt, at nakað líknandi verður nýtt, og at stóra høllin so verður býtt upp í trý øki, men samlaða støðan er heldur óviss enn.

Sí eisini: 
22 leikarar í hópinum fyribils
Nýggi landsliðsvenjarin: Als ikki vónbrotnir av føroyskum hondbólti
Elias: Enn óvist um eg spæli

Undankappingin til HM 2023 - 1. umfar
Høllin á Hálsi

Fríggjadagin 14. januar 
19.30: Føroyar - Luksemborg
(Lettland - Italia)

Leygardagin 15. januar
19.30: Føroyar - Italia
(Luksemborg - Lettland)

- Hendan seinnapartin spæla kvinnurnar hjá H71 seinnu áttandapartsfinaluna í EHF Europa Cup-kappingini móti serbiska Nis. Dysturin verður í Høllini á Hálsi klokkan 14.

Sunnudagin 16. januar
18.00: Føroyar - Lettland
(Italia - Luksemborg)




placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder