Kappróður

43 heiðursmerki til føroyingar í British Rowing indoor Championships

Tilsamans fingu føroyingar 16 gull- 16 silvur- og 11 bronsuheiðursmerki.

(Mynd: Róðrarsamband Føroya/Facebook)

(Mynd: Róðrarsamband Føroya/Facebook)

2025-12-08 14:52 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um vikuskiftið luttóku 13 føroyskir rógvarar á British Rowing Indoor Championships í Birmingham, og fingu teir ikki minni enn 43 heiðursmerki við heim.

Róðrarsamband Føroya skrivar m.a. soleiðis í tíðindaskrivi:

– Enn einaferð hava føroyskir rógvarar prógvað, at vit teljast millum fremstu íkarar í heiminum. Í sínum egna ummæli skrivaði British Rowing so mikið rósandi um føroysku luttøkuna, at tey nevndu Vár G. Hansen “drotningina yvir British Rowing Indoor Championships”. Eisini Jóhanna av Steinum fekk góð orð sendandi fyri sínar sterku sprint róðrar.

Leygardagin var róð um bretsku meistaraheitini á 2000 m, 500 m og í 1-minutt róðri. Úrslitið var tvey bronsu-, fimm silvur- og trý gullheiðursmerki.

Sarita K. Hansen gjørdist bretskur meistari í masters lættvekt 30–39 við tíðini 7:26.3,  Vár G. Hansen vann bretska meistaraheitið í opna bólkinum hjá kvinnum við tíðini 1:26.7, og Sirið A. Mørkøre gjørdist bretskur meistari í U14.

Sunnudagin helt kappingin fram við Super Sprint Sunday, har enn fleiri spennandi og tættir róðrar vóru á skránni. Úrtøkan henda dagin gjørdist eisini framúr – føroysku rógvararnir vunnu 13 gull-, 11 silvur- og 9 bronsuheiðursmerki.

Øll úrslitini síggjast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder