
Ríðisamband Føroya: Tað er stórur spenningur undan fyrstu kappingini á nýggju ríðibreytini hjá Føroya Ríðingarfelag í Havnardali. Kappingin verður ólavsøkudag kl 15 og heili 47 ross hava melda til kappingina. Tey eru deild út í 6 greinar, Tølt og Skeið ríða 100 mtr. og síðani verður flutt út á 400 mtr. har kappast verður í Trav, Tvíspor ung og Tvíspor vaksin fyrsti og annar flokkur.
Í Tølt eru 11 ross við, men tað eru 3 ross ið mynda oddin. Tango sum Silja G. Eystberg ríðir hevur 12 stig, Brynjar ið Regin Johannesen ríðir hevur 11 stig og Strákur og Bárður Johannessen hava 9 stig. Hesi rossini muga metast at vera at vera tey sum hava besta møguleika at vinna hesa greinina, men fleiri nýggj ross eru við, so okkurt óvæntað kann henda.
Skeiðkappingina hava Stígur og Randarsól Heinesen sitið á higartil í ár, tey hava vunnið báðar kappingarnar og hava 14 stig. Teimum á baki eru Brúni og Jóannes Debes, teir báðir hava 14 stig. Eisini her er tó galdandi at fleiri nýggj ross eru við, so tað kann væl vera at tey fáa meira kapping hesuferð.
Travgreini er eisini spenningur í, higartil í ár hava Gletta við Marner Joensen og Dropi við Lív Djurhuus vunnu hvør sína kapping. Gletta hevur 11 stig og Dropi 7. Millum tey á stigatalvuni liggur Gígur og Simona Tornby við 10 stigum fyri at hava verið nr. 2 tvær ferðir. Gletta er tó ikki við hesuferð, so helst fer kappingina á ólavsøku at standa millum Dropa og Gíg.
Hesturin Thor, hjá bóndanum í Syðradali, við bóndadóttrini Sólrun Lútzen á baki hevur vunnið báðar kappingarnar í ár og liggja tey greitt á odda við 14 stigum, nummar 2 er vinnarin frá ólavsøku í fjør, Kiljan við Simonu Tornby, tey hava 10 stig. Nummar 3 eru Orka og Eyðdis H. Djurhuus við 7 stigum. Thor man helst metast sum favorittur, men alt kan henda hjá teimum ungu.
(Mynd: Ríðisamband Føroya)
Tvíspor 2 flokkur er ikki FM grein, so her verða stig ikki givin, men helst man vera væntað at Marengo og Barbara Carlsen vinna her. Eisini í hesum bólkinum eru tó nøkur nýggj ross við, so kanska okkurt av teimum ger ein vørr.
At kollgita hvør skal vinna Tvíspor 1 flokk er helst sum at vinna í gekkinum. Har eru 4 ross, sum munna metast sum heilt jøvn og tvey sum kanska eru eitt pinkulítið vet aftanfyri. Sum toppurin av kranskakakuni er eisini her eitt nýtt ross við, sum kanska tekur hini á bóli. Stigatalvan sigur at trý ross hava 10 stig. Tey eru Bragi og Alberg Lútzen, Silfá og Ása Bárðardóttir og so Sirkill við Ranju H. Djurhuus á bakið. Beint í hølinum á teimum kemur Svanna við Barbaru Carlsen, tey hava 8 stig. Silfá og Bragi ríða móti hvørjum øðrum og seinasti riðilin er Svanna og Sirkill. Vit skulu tó ikki avskriva fyrsta riðilin, har dystast Viti við Jónu A. Ólavsdóttir móti Grana við Halli Hansen og verandi føroyameistaranum Óðin við Silju G. Eystberg. Øll hesi kunna eisini gera ein vørr á degnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald