Hondbóltur

77 lið til U8-kapping í Klaksvík

Umleið 450 børn fara at spæla hondbólt í Klaksvík leygardagin.

(Mynd: hsf.fo)

(Mynd: hsf.fo)

2022-03-09 16:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Komandi leygardag verður U8-kapping í Klaksvík, og heili 77 lið hava meldað seg til kappingina.

Tað eru metnógv, sambært heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum.

Talan er sostatt um áleið 450 børn, sum fara at spæla hondbólt um vikuskiftið. Dreingir koma at spæla í Badmintonhøllini, og gentur í KÍ-høllini. Tað eru ávikavist Team Klaksvík og Stjørnan, sum skipa fyri kappingunum.

Seks U8-kappingar eru gjøgnum kappingarárið, og sigur Hondbóltssambandið seg fegnast um vaksandi talið av íðkandi børnum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder