Fótbóltur

8. umfar byrjar longu í kvøld

KÍ tekur móti TB klokkan 17.30 og er risafavorittur - til ber at fylgja við á Portalinum. Hinir dystirnir í umfarinum verða spældir leygardagin og sunudagin.

Tvøramaðurin Patrik Johannesen er glóðheitur og í kvøld verður hann við at taka ímóti TB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Tvøramaðurin Patrik Johannesen er glóðheitur og í kvøld verður hann við at taka ímóti TB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-01 12:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Ein dystur í 8. umfari í Betrideildini verður spældur í kvøld - talan er um tann fyrsta dystin í umfarinum.

Betrideildin 8. umfar
Í dag, hósdagin 1. mai
17.30: KÍ - TB

Leygardagin 3. mai
16.30: B36 - EB/Streymur
17.00: B68 - 07 Vestur
19.30: HB - NSÍ

Sunnudagin 4. mai
14.30: FC Suðuroy - Víkingur

KÍ hevur fult stigatal og er sjálvandi stórur favorittur til dystin í Klaksvík. Við sigri kann liðið hjá Magnus Powell leggja eitt ávíst trýst á NSÍ, sum spælir í Gundadali móti HB leygarkvøldið.

TB avrikaði væl móti HB í Gundadali leygardagin, og tað var um reppið, at uppflytararnir sluppu heimaftur við einum stigi.

Til ber at fylgja gongdini í dystinum í kvøld, og øllum øðrum í fremstu fótbóltsdeildinum, á Portalinum: ovast á forsíðuni ella á roysni.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder