Annað

900 luttakarar til Føroya Vakrasta Hálvmaraton

Nærum útselt til hálvmaraton í Vágunum.

2018-08-14 10:51 Author image
Ari av Rana
placeholder

Fyrireikarnir fegnast um stóra áhuga fyri renningini, sum nú er nærum útseld hóast markið fyir luttakarum er økt við 300 tilmeldingum.

Hetta er á fimta sinni at skipa verður fyri hálvmaraton renning í Vágum. Eins og undanfarin ár verður partur av luttøkugjaldinum latin sum stuðul til Krabbameinsfelagið og Beran.

Tað er ítróttarfelagið Frælsi í Vágum, sum skipar fyri tiltakinum við hollum stuðli frá Hiddenfjord, FAE, FK í Miðvági og EUR Express, umframt sjálvandi øllum hjálparfólkunum og kommununum í Vágum.

Fyriskiparanir fyri Føroya Vakrasta Hálvmaraton siga, at tey vóna at síggja nógv fólk fram við vegnum at fagna gangarum og rennarunum úr Gásadali til Sandavágs leygardagin 1. september.

í fjør vóru heili 500 luttakarar tilmeldaðir Føroya Vakrasta Hálvmaraton, og eisini tá vóru fyriskipararnir noyddir at økja um talið av tilmeldinum við 200, so at til endans vóru 700 luttakarar. Tey fyrstu tvey árini at Føroya Vakrasta hálvmarathon varð runnið, vóru áleið 100 luttakarar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder