Fótbóltur

A-landsliðið: 23 leikarar boðsendir til venjingarlegu í februar

Talan er bert um leikarar, ið spæla í heimligu kappingini. 12 av leikarunum eru knýttir til HB - teir ið eru knýttir til KÍ eru ikki tøkir. Tríggir eru við á fyrsta sinni.

Stefan Radosavljevic, ið nú spælir fyri HB, er fyri fyrstu ferð boðsendir til venjing hjá A-landsliðnum. Tað sama er galdandi fyri liðfelagan Samuel Johansen Chukwudi og Róa Zachariasen úr EB/Streymi (Mynd: Bjarni Enghamar)

Stefan Radosavljevic, ið nú spælir fyri HB, er fyri fyrstu ferð boðsendir til venjing hjá A-landsliðnum. Tað sama er galdandi fyri liðfelagan Samuel Johansen Chukwudi og Róa Zachariasen úr EB/Streymi (Mynd: Bjarni Enghamar)

2021-01-29 13:20 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í mars fer HM-undankappingin hjá føroyska A-landsliðnum við monnum í gongd. Liðið skal til Moldova, Eysturríkis og Skottlands. Hetta eru teir fyrstu tríggir av tíggju undandystum í 2021.

Sum liður í hesum fyrireikingunum verður skipað fyri venjingarlegu í Havn í døgunum 11. til 14. februar, og  í tí sambandi hava landsliðsvenjarin, Håkan Ericson, og hjálparvenjarin, Eli Hentze sent boð eftir 23 spælarum, skrivar fsf.fo.

Talan er um spælarar, ið allir hava sína dagligu gongd í heimligu kappingini. Heili 12 av hesum 23 leikarunum umboðað HB, og tíggju av hesum høvdu leiklut í greipuni í fjør. Jákup Thomsen var skaddur so at siga alt árið men er við at koma heilt fyri seg og er aftur á landsliðnum. Eisini liðfelagin Stefan Radosavljevic, sum jólaaftan skifti til HB úr B36, og sum veruliga gjørdi vart við seg á U21-liðnum farna heyst, er úttikin. Tað gjørdi bert 17-ára gamli Samuel Johansen Chukwudi úr HB eisini, og eins og Stefan so fer hann nú at fáa seg royndan til venjing hjá A-landsliðnum fyri fyrstu ferð. Sama er galdandi fyri EB/Streyms-málverjan Róa Zachariassen. Teitur Matras Gestsson er ikki millum teir úttiknu hesuferð.

[object Object]Samuel Chukwudi eftir sín fyrsta U21-landsdysti í september. Hann endaði við 3-1 sigri, og 17-ára gamli havnarmaðurin gjørdist fastur í miðverjuni og er nú úttikin til venjingarlegu hjá A-landsliðnum  

Alex Mellemgaard er aftur á landsliðnum, og  tað er ein fyrrverandi HB-leikari eisini. Talan er um miðvallaran Trónd Jensen, ið nú er knýttur at NSÍ. Tróndur, Tórður Thomsen og Petur Kundsen, ið kann hava eitt gjøgnumbrot á A-landsliðnum fyri framman, eru við frá NSÍ. Eins og á heysti í fjør eru Vatnhamar-brøðurnir og Andreas Lava Olsen við úr Víkingi - allir eru leirvíkingar.

Teir, ið eru sáttmálbundnir til KÍ, eru ikki tøkir til venjingarleguna skrivar fsf.fo. Í fjør vórðu Kristian Joensen, Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jóannes Bjartalíð og Jákup B. Andreasen á landsliðnum úr KÍ, eins og Patrik Johannesen, ið nú er farin til Noregs at spæla. 

Hópurin
Tórður Thomsen, NSÍ
Símun Rógvi Hansen, B36
Rói Zachariassen, EB/Streymur
Daniel Johansen, HB
Alex Mellemgaard, B36
Samuel Johansen Chukwudi, HB
Andrias H. Eriksen, B36
Gunnar Vatnhamar, Víkingur
Heðin Hansen, HB
Hørður H. Askham, HB
Bartal Wardum, HB
Heri Hjalt Mohr, HB
Rene Shaki Joensen, HB
Adrian R. Justinussen, HB
Dan í Soylu, HB
Tróndur Jensen, NSÍ
Magnus Holm Jacobsen, B36
Sølvi Vatnhamar, Víkingur
Stefan Radosavljevic, HB
Andreas Lava Olsen, Víkingur
Hilmar Leon Jakobsen, HB
Jákup L. Thomsen, HB
Petur Knudsen, NSÍ

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder